Sjey umsóknir til prestastørv í Norðstreymoy

Umsóknarfreistin til tey bæði prestaembætini í Norðstreymoy, sum vóru leys at søkja, var úti á middegi í gjár, og tilsamans sjey umsóknir vóru til størvini, skrivar fólkakirkjan á heimasíðu síni.

Í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, ið fevnir um kirkjusóknirnar Vestmanna, Kvívík og Kollafjørð, vóru fýra umsóknir. Sóknarpresturin býr í prestagarðinum í Vestmanna.

Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi, ið fevnir um kirkjusóknirnar Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun og Hósvík, vóru tríggjar umsóknir. Sóknarpresturin býr í prestagarðinum í Hvalvík.

Nú skulu kirkjuráðini í prestagjøldunum taka støðu til umsóknirnar og innstilla sóknarprest. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum útnevnir sóknarprestin. Biskupur upplýsir, at miðað verður eftir, at málini eru avgreidd um mánaðarskiftið.

LES EISINI  Gudstænasta: Bøn fyri Ukraina
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina