Sjómanskvinnuringurin í Vági jólahugna

Í november hittist kvinnurnar í sjómanskvinnuringinum í Vági til jólahugna.

Sjómanskvinnuringurin í Vági varð stovnaður 18. November 1952. Fyrsta forkvinnan var Anna Katrina Magnussen og vóru hinar i nevndini Lydia Poulsen, Oluffa Mikkelsen, Anna Borg, Inga Joensen, Sunnuva Kjærbæk og Atlanta Petersen.Hesar samlaðust í ymsum heimum runt í Vági til 1984, tá ið lítli salurin í Meinigheitshúsinum var tikin í brúk og síðani tá hevur hesin verið karmur um virksemið hjá Sjómanskvinnuringinum.
Hetta kvøldið bleiv byrjað við sjómansbønini í Sálmabókini áðrenn tað blivu sungnir nakrir jólasangir. Síðani var bjóða til døgurða áðrenn nýggi hvalbiarprestur Hanus Pál Jógvansson hevði andakt og bøn. Kvøldið endaði við enn fleiri sangum áðrenn dessert og burturlutan vóru á skránni. Eitt sera hugnaligt og fjálgt kvøld, við góðum mati, andakt og hugna og sum var í lítla sali í Meinigheitshúsinum, men sum nú er dagførdur eins og stórur partur av Meinigheitshúsinum er tað.

Finn Johannesen hevur skrivað

LES EISINI  Væleydnað hugnakvøld í Salt
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina