Sjómanskvinnustevnan framskundað eina viku
Árliga landsstevnan fyri sjómanskvinnuringarnar í Føroyum verður í døgunum 24.-26. apríl, eina viku fyrr enn upprunaliga ætlað.
Hvørt ár koma sjómanskvinnuringarnir í landinum saman eitt vikuskifti í Leguhúsinum í Nesvík, at hoyra tíðindi frá arbeiðnum, uppbyggja hvør annan og hugna sær saman. Ringarnir eru dyggir stuðlar hjá arbeiðnum hjá Føroysku Sjómansmissiónini, bæði við forbøn og peningaliga.
Nærri verður at frætta seinni um skrá, tekning og annað.