Skapanarverkið í summarskrúð

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Einki sum náttúran kann ávirka okkum menniskju. Óteljandi listafólk og óteljandi listagreinar hava fingið, fáa og fara framvegis at fáa íblástur úr náttúruni.

Elinborg Osvaldsdóttir skrivar:

Okkara náttúra í Føroyum er altíð vøkur, men helst um summarið, haldi eg, tá hon vísir sína allarbestu síðu. Ljósu summarnæturnar gera, at eg ofta sovni seint og vakni tíðliga. Um dagin gleðist eg um lýkkuna, at grasið er so grønt sum nakrantíð, sóljur, summardáar prýða bøin, og flytifuglarnir eru komnir heim í summarfrí – bæði so og so! Tjøldrini við sínum eyðkenda klipp-klippi, Spógvin, rytan, ternan og mýrisnípan, hvør syngur við sínum nevi, og tað ljóðar frálíkt! Og tá ið skýmir, gleðist eg um at síggja ljósspælið í luftini og firðirnar í silvitni.

Eg gleðist um nýggja lívið. Grøs vaksa, blómur spretta og trø spíra. Smálomb og gásarungar bera eisini boð um, at summarið er komið.

Sjálv kann eg ikki hugsa um náttúruna uttan eisini at hugsa um skaparan. Skapanarverkið prógvar Guds veldiga almátt, men eisini hansara kærleika til júst okkara.

Eisini sálmaskaldið syngur Gudi lov saman við øllum skapanarverkinum:

”Syngið fyri Harranum nýggjan song, syng fyri Harranum verøldin øll! Syngið fyri Harranum, signið hans navn, kunngerið frelsu hans dag eftir dag! … Harrin hevur himin skapað. Hátign og dýrd fyri ásjón hans eru, lov og prís í halgidómi hans. Veitið Harranum, fólkanna ættir, veitið Harranum heiður og lov! Veitið Harranum navns hans sóma, berið gávur og komið í forgarðar hans! Nígið fyri Harranum í heilagum skrúði, titra fyri ásjón hans verøldin øll! … Himin fegnist! Gleðist heimur! Havið bróti alt, sum tað er! Hagin frøist og alt tað, hann ber!…” (Brot úr Sl 96).

Latið okkum brúka hesa summartíð at fagna náttúruni og skapara hennara. Hví ikki fara útum, um viðrar, eitt sunnukvøld klokkan 18? So fáa grannarnir eisini eitt gott orð á vegnum. Summastaðni verður skipað fyri útigudstænastu, ja, hví ikki fleiristaðni?

Og hví ikki fara út í náttúruna at hava ungdómsmøti? Til ber at ganga niðaná, at hava flytfør ljóðføri við og lovsyngja úti í náttúruni saman við skapanarverkinum.

Og hví ikki taka eina kórvenjing úti? Tað hevði verið til gleði og gagns fyri bæði sangarar og áhoyrarar.

Og hví ikki royna eina pílagrímsferð fyri at ganga í einingi og í kvirru?

Latið okkum fara út í náttúruna, fagna henni og njóta hana. Ert tú ikki førur fyri at fara so langt, so hygg út ígjøgnum vindeygað, og tú sært vakurleikan. Eru eyguni farin, so merkir tú lýkkuna og angan av blómum og trøum.

Vit hava altíð orsøk at takka Gudi fyri hansara fullkomna skapanarverk, ið vit sjálv eru krúnan av. Vit hava fingið alt, og vit eru elskað. Skulu vit ikki veita Gudi eitt takkandi endurljóð?

 

Innkastið varð prentað í Trúboðanum nr. 12/2015

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina