Skeri eg teg her, so missi eg teg har
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Til morgunsangin í skúlanum lósu vit ein morgun um eina gentu, sum ikki so fegin vildi deila sínar leikur við onnur. Hetta merkti, at ongin tímdi at spæla við hana. Gentan vildi so fegin hava bæði leikur og vinkonur, men tað var ikki, fyrrenn hon valdi at loyva vinkonunum at spæla við sínar leikur, at hon lærdi, at leikurnar eru nógv stuttligari at spæla við, um fleiri eru við í spælinum.
“Skeri eg teg her, so missi eg teg har” er eitt føroyskt orðatak, ið tikið verður til, tá ið ein skal velja annað av tveimum tingum, sum hann vildi fegin havt bæði.
Gentan var bangin fyri, at um hon gav vinkonunum loyvi at spæla við leikurnar, so slapp hon ikki sjálv at spæla við tær. So misti hon tær. Og tað kundi eisini hent. Søgan kundi endað við, at genturnar brutu leikurnar, so tær ikki vóru spælandi við longur. Ella tær kundu spælt so nógv við tær, at gentan sjálv ongantíð fekk gleði av teimum. Men gentan tók eina avgerð. Hon satsaði. Og hon fekk tað best møguliga burturúr. Bæði leikur og vinkonur.
Tað kann viðhvørt verða torført hjá okkum at geva burturav okkara ognum, tíð, kærleika ella øðrum, sum vit eiga, men øll vita vit, at vit gerast glaðari av at geva. Um eg ongantíð vil geva av mínum til hini, missi eg gleðina við at eiga tað, sum eg eigi.
Okkara kristna uppaling hevur lært okkum, at vit eiga at geva og geva við gleði. “Ein og hvør gevi, eins og hann hevur sett sær fyri í hjarta sínum, ikki av óhugi ella av neyð; tí at Gud elskar glaðan gevara.” (2 Kor 9,7). Men gransking vísir, at tað serliga við náttúru menniskjans er, at vit hava eina viðfødda gevaragleði. Tað er ikki bara uppalingin, sum hevur lært okkum tað. Royndir vísa, at fólk, sum hava fingið uttan at hava givið nakað, oftari hjálpa menniskjum, sum tey ikki kenna. Um tey til dømis síggja ein fremmandan missa okkurt, eru hesi menniskju skjótari at hjálpa enn onnur eru. Heilagranskarar kunnu heilt ítøkiliga síggja, at partar av heilanum lýsa upp, tá ið menniskju velja at gera tað góða. Til dømis um onkur velur at hjálpa í kortspæli heldur enn at snýta.
Størsta gávan givin er, var tá Gud gav okkum son sín. Tí hava vit fingið so nógv, nógv meira enn við nakrantíð verða før fyri at geva aftur. Men sambært granskingini, so vilja vit fegin geva aftur, um vit hava fingið eyga á hesa stóru gávu, okkum er givin. Og lata vit eyguni upp, so eru óendaligir møguleikar fyri at geva. Fleiri eru, sum fegin taka ímóti okkara tíð. Enn fleiri, sum kunnu gleðast av okkara kærleika og umsorgan til teirra. Og tað eru sanniliga eisini nógv, sum hava tørv á okkara peningaligu hjálp. Gleðin við at geva er heilt serlig. Latum okkum tí halda á við at gera tað góða og geva við gleði. Tá skulu vit sanna sum gentan, sum orðtakið í yvirskriftini kemur frá, at um fótamørurin verður lagdur í bukt, og skorið verður av báðum endum í senn, ber til at smakka bæði kultrið og bróskið. Bæði móttakari og gevara gleðast um eina góða gávu.