Skrá fyri Leiðsluráðstevnuna
Leiðsluráðstevnan, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík 12.-14. mai, er eitt nýtt tiltak, ið er sett á skrá fyri at førleikamenna leiðslur í missións- og meinigheitshúsum kring landið gjøgnum holla undirvísing og í góðum felagsskapi í teimum sera týðandi uppgávum, tit standa í. Samstundis møta tit øðrum, sum standa í sama kalli sum tit.
Tilmeldingin fer fram við at ringja á 470000 ella senda teldupost til info@mission.fo
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 5. mai.
Kostnaðurin er 995,- fyri hvønn.
Leiðsluráðstevna fyri stýrislimir – 12. – 14. mai 2022
SKRÁ
Hósdagur 12. mai
Kl. 17.30 móttøka
Kl 18.30 nátturði
Kl. 19.45 vælkomin
Kl 20.00 ósemjur, synd og forðingar fyri halgan í meinigheitini v/Steen Palmqvist
Eftir hetta verður bólkaarbeiði og samtalur.
Drekka og okkurt gott afturvið
Hugnaløta eftir at skráin er liðug
Fríggjadagur 13. mai
Kl 8.00 morgunmatur
Kl 9.00 Móses, mistøk og uppreisn sum leiðari v/Bergur D. Joensen
Steðgur
Kl 10.30 trivnaður í meinigheitini v/Steen Palmqvist
Kl 12.00 døgurði
Kl 14.00 eftirmeting í bólkum
Kl 15.30 drekka
Kl 16.00 Bøn og Bíblia sum leiðsluamboð – Tummas Kannuberg
Kvinnur í leiðslu – Marjan Nielsen
Kl 17.30 Hugnaløta, skemt og góður biti – Heri Joensen. Sangur: Gentur á Strondum
Kl 20.30 Halgan í meinigheitini v/Steen Palmqvist
Dagurin endar við drekka og hugnaløtu
Hugnaløta eftir skráin er liðug
Leygardagur 14. mai
Kl 9.00 morgunmatur
Kl. 10.00 Útbrend í leiðslu og endurnýggjan í leiðslu v/Steen Palmqvist
Kl. 12.00 døgurði og endi