Skúlanæmingar bjóða til jólahugna í Vágs kirkju

Nú kavin hevur lagt seg um oyggjarnar og jólini nærkast bjóða næmingar í Vágs skúla til hugnaløtu í Vágs kirkju.

Tað eru næmingar í 1. – 3. flokki, sum saman við lærarum, ið hava fyriskipað hetta tiltakið, sum er ætla sum alment tiltak fyri tey, sum á onkran hátt hava eina løtu at seta av til jólasang, hugna og frásøgn. 

Tiltakið er nú mikudagin 14. desembur kl. 11.00 at næmingar og lærarar bjóða inn í hugnaligu Vágs kirkju til hesa jólaliguløtuna.

Næmingarnir hava seinastu tíðina sungi og vant nógv til jólatiltøkini í skúlanum, eins og tey hava vitja runt í bygdini til ymisk tiltøk, eins og tey hava sungið inn nýtt jólalag, sum júst er komið út.

Nú alt er við at koma upp á pláss og tí bjóða næmingar og lærarar til hugnaliga løtu við sangi, Luciagongd og søgu.

Tiltakið er lítlan tíma til longdar og byrjar kl. 11.00 og øll eru hjartaliga vælkomin.

LES EISINI  Onskvøldið 31. august byrjar nýtt ungdómstiltak í Vági.

Finn Johannesen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina