Skulu vit leita eystureftir at finna frið?
Alternativir viðgerðarhættir, sum eru kendir úr eysturlendskum átrúnaðum eru vorðnir alt meira vanligir í Føroyum – eisini millum kristin. Ann Dahl Hansen metir ikki, at mindfulness og yoga, sum eru siðvenjur úr ávikavist buddhismu og hinduismu, kunnu sameinast við kristnitrúgv, og hon heitir á fólk um at vera varin og seta seg væl inn í tað, áðrenn tey brúka tað.
Hvar leita vit eftir friði?
– Tað er tað, sum man sær í dag, við at so nógv fólk fáa strongd; strongd er vorðin ein epidemi í dag, sum nógv fólk líða av. Hvagar leitar man so fyri at fáa eitt lítið sindur av friði? Har er tað so, at tað eru nógv, sum eru farin at leita í eysturlendska religión, eisini trúgvandi fólk.
Ann sigur, at eftir hennara hugsan eiga vit sum kristin at vera kritisk, hvar ið vit fara at søkja okkum hjálp, tá ið lívið er ov tungt, ov hart, og vit føla okkum ov strongd.
– Fert tú til læknan í dag og sigur, at tú følir teg strongdan, so gongur bara ein lítil løta, so fært tú frá teimum allarflestu hugskotið at byrja uppá mindfulness, havi eg skilt. Tað er allastaðni; arbeiðspláss koyra starvsfólkini á skeið í mindfulness, tí so klára tey betur at yvirkoma tær uppgávurnar, tey fáa; mindfulness fyri at slappa av, mindfulness fyri børn.
Les alla samrøðuna við Ann í Trúboðanum, sum kemur í øll hús í dag.