Smá undur

”Hví hendir einki í dag?”… Tá vit lesa um stóru hendingarnar í Gamla Testamenti og øll undrini, ið Jesus gjørdi, er skjótt at hyggja rundan um seg og undrast á, hví slíkt ikki hendir í dag. Í okkara gerandisdegi síggja vit ikki nakað hav deilast í tvey, ella vatn blíva til vín. Men tá vit bara leita eftir teimum stóru undrunum, er skjótt, at vit gloyma tey smáu undrini.

Her spæla Rakul Ellebye Kjølbro, Dann Johannesen og Bjarta Ásbjørnsdóttir Berthelsen eitt dramastykki um stór og smá undur.

Filmað og klipt: Carsten Fonsdal Mikkelsen

LES EISINI  Juniorar gjørdu film til missiónsviku
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina