So er aftur jólapakkatíð

Tað var í 1948, at Sjómansmissiónin byrjaði at lata jólapakkar til føroyskar sjómenn. Síðani hava sjómanskvinnuringarnir um landið, saman við øðrum, sum vilja gleða sjófólkið, latið pakkar á hvørjum ári. Tá flest pakkar vórðu latnir, vóru teir umleið 2.000. Síðstu mongu árini hevur talið ligið um gott 1.200 pakkar.

Pakkarnir eru til stóra gleði fyri sjófólkið. Koma teir ikki umborð í góðari tíð, ja, so eru tað nakrir, sum spyrja, um teir eru gloymdir.

Nei, gloymdir eru sjómennirnir ikki, men skulu pakkar berast út, mugu pakkar koma inn. Kvinnurnar í ringunum eldast, og trupult er at fáa yngri kvinnur við í ringarnar. Tí er tað ein avbjóðing at fáa nóg mikið av pakkum og at fáa teir í góðari tíð.

Nøkur skip hava longu fingið pakkar, og nøkur av teimum, sum eru leingi burtur. Roynt verður at geva teimum, sum eru burtur á jólum, fyrst. Síðstu árini hava fá fiskiskip verið til fiskiskap á jólum. Kortini royna vit at geva øllum fiskiskipum pakkar. Harafturímóti eru fleiri veitingarskip í oljuvinnuni og farmaskip komin í flotan seinnu árini. Flestu teirra eru burturi á jólum, so tær manningarnar mugu fáa.

LES EISINI  Logos Hope kemur til Føroyar næsta summar

Pakkarnir nýtast hvørki at vera stórir ella dýrir. Sjómennirnir nevna ofta, at teir eru fegnir fyri allar pakkar og kanska mest, um tað er okkurt í, sum teir kunnu nýta umborð. Her kann nevnast hosur, turriklæði, húgvur, góðgæti, bøkur og annað. Gott er, um pakkarnir verða pakkaðir væl inn, tí kanska skulu teir flytast langan veg. Kortið skal helst leggjast inn í pakkan, tí annars kann tað lætt detta av pakkanum, og so er hvørki heilsan ella avsendari.

Sjómennirnir siga eisini, at tað líkasum er meiri stuttligt og meiri persónligt, um adressa stendur á gevaranum. Hetta er kortini einki krav. Nakrar kvinnur seta navn og adressu, meðan aðrar seta navn og telefonnummar ella teldupostadressu. Tá kunnu sjómennirnir ringja ella senda eina tøkk við telduni.

Tað bæði gleðir og stimbrar tey, sum gera pakkarnar, um tey frætta frá móttakaranum.

Sjómansmissiónin takkar hjartaliga fyri pakkarnar, sum sjómennirnir eru fegnir um.

Pakkarnir kunnu latast inn á fýra støðum, heilt til fyrst í desember.

LES EISINI  Tollaksmessudag verður útsendingargudstænasta í Hósvík

Støðini eru:

  • Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki 14 í Havn,
  • Leguhúsið í Nesvík,
  • Blái Krossur Føroya á Heiðavegi 32
  • Klaksvíkar sjómansheim.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina