So hendi tað aftur
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Men tað hendir í hesum døgum, at góði gamli jólaboðskapurin verður boðaður kring heimin. Søgan um Mariu og Jósef og Jesus-barnið í krubbuni. Søgan um hirðarnar og vísmenninar, sum á undursaman hátt funnu frelsaran og fingu frið.
Søguligt
Betlehemssøgan í desembur er afturvendandi, men sjálv hendingin var søgulig. Søgan um Golgata á páskum er eisini á hvørjum ári, men Jesu deyði og uppreisn hendi bara eina ferð. Afturvendandi hátíðirnar minna okkum á kristna grundarlagið og størstu hendingarnar í søguni.
Krubban er nú tóm
Krubban er nú tóm,
men barnið gevur vón,
fótar seg til mann,
ið heimin frelsa kann.
Á páskum vit minnast til páskadag.
Á jólum vit syngja jólalag.
Frelsarin er føddur, men nú krubban stendur tóm.
Krossurin er tómur, og vit eiga frelsuvón.
Krossur og krubba og lambsins ból
tey flætta saman páskirnar og jól.
Alt hann gjørdi væl,
hann koma aftur skal.
Søgan skrivað er,
hon fer um víðu verð.
Á páskum vit minnast til páskadag.
Á jólum vit syngja jólalag.
Frelsarin er føddur, men nú krubban stendur tóm.
Krossurin er tómur, og vit eiga frelsuvón.
Krossur og krubba og lambsins ból
tey flætta saman páskirnar og jól.
Lag: Dávur á Reynatrøð 2022
Orð: Signar á Reynatrøð 2022
Fyrr
Fyrr í tíðini byrjaðu jólini á jólum, men nú enda tey á jólum, og granntræið fer út til grannan longu annan jóladag. Ja, vit kunnu kanska spyrja, hvør var fyrr, ella nær var fyrr? Samstundis er skjótt at gloyma, at páskadagur er fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur.
Nær er jólaaftan?
Hóast framburður stundum krevur broytingar, so er gott við góðum siðvenjum. Í okkara heimsparti fellur jólaaftan vanliga á 24. desembur, meðan jóladagur kemur beint aftaná. Hugsa tær, um hetta ikki var so? Hinvegin so koma jólini og páskirnar altíð brádliga hjá fleiri. Kanska eigur tað at vera soleiðis. Hetta hongur saman – eins og jólini og páskirnar.
Rundkoyringin
Øll henda sjey míla ferðin, har fleiri gloyma barnið í krubbuni og detta av í rundkoyringini, kemur neyvan frá Gudi. Tvørturímóti ynskir hann at geva okkum sín frið, sum heimurin ikki eigur. “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” (Jóh. 14, 27)
Jólini eru í Guds hondum
“Hond Harrans er ikki ov stutt til at frelsa, oyra hans ikki so deyvt, at tað ikki hoyrir” (Jes. 59,1). Gud fær nógvar órímiligar ábreiðslur, men hann hevur breiðan rygg. Hann hevur altíð tamarhald á støðuni. Ljósið vann á myrkrinum, tá ið sonur hansara var borin inn í ein myrkan heim til ásetta tíð. Hann doyði og reis upp til ásetta tíð. Hann kemur aftur ein dag at heinta síni børn til ásetta tíð.
Jólafriður hvønn dag
Gud ynskir og kann geva øllum jólafrið hvønn dag. Samstundis lærir jólaboðskapurin okkum, at vit eiga at geva Gudi heiðurin, og at vit, eins og hann, eiga at vera góð við øll. “Heiður veri Guði í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki.” (Luk. 2,14)
Morgunvanar
Fyrr í desembur var tosað um morgunvanar í útvarpinum. Dømini vóru ikki ókend. Onkur vísti á, at gott var at byrja dagin í medisinskápinum, meðan onnur vildu vera við, at skíggin átti fyrsta plássið. Kanska virkar skíggin heilt ella partvís sum heilivágur fyri heilan?
Munur á bøn og kaffibøn
Summi byrja dagin við vatni og sitrón, morgunmati, sigarett, tannbust, kaldari brúsu, á vesinum ella við at lesa úr eini bók o.sfr. Men fleiri byrja dagin við kaffi. Hóast annað ikki útilokar hitt, so er sera stórur munur á bøn og kaffibøn. Logaritmurnar vilja sleppa at stýra okkum og geva okkum meira av tí sama. Men “Fóður hevur fylgjur”, syngur Bárður á Lakjuni so beinrakið.
Vit standa á gáttini
Vit eru miðskeiðis í jólakalendaranum ímillum nýtt kirkjuár og nýtt fíggjarár. Tað er gott við góðum framburði og góðum vanum saman við Jesusi í bøn og bíbliulesnaði á morgni og á kvøldi. Ja, hví ikki byrja í dag, meðan kaffi rennur niður?
Góða eydnu og góð jól.
Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: fyri gleðilig jól. :,: