So nógv hugdu eftir Stórmøtunum
Nógv fólk fylgdu við, tá ið vit í vikuskiftinum sendu Stórmøtini. Upp til 225 eindir vóru við á ymisku rásunum hjá Trúboðanum – heimasíðuni, facebook og YouTube, meðan í minsta lagi 400 eindir hugdu eftir Stórmøtunum á Televarpinum. Møtini vórðu eisini send á útvarpsrásini Sjey, men har vita vit ikki, hvussu nógv hava lurtað.
Í fleiri førum hava tað verið meira enn ein persónur fyri hvørja eind, og tí er tað ilt at siga, hvussu nógv vóru við til Stórmøtini tilsamans.
Tú kanst hyggja eftir Stórmøtunum á Trúboðanum við at trýsta HER