Søkja eftir sóknarpresti til Suðurstreymoyar norðara prestagjald
Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðurstreymoyar norðara prestagjald, skrivar fólkakirkjan á heimasíðu síni. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Ætlanin er, at sóknarpresturin tekur við embætinum umleið 1. august 2019.
Í prestagjaldinum eru tvær kirkjusóknir: Hoyvík og Kaldbak. Báðar kirkjusóknirnar eru spennandi hvør á sín hátt, verður sagt. Kirkjan í Kaldbak er ein av gomlu kirkjunum úr timbri, meðan Hoyvíkar kirkja er nýggj við góðum hølisviðurskiftum til sosial og fólkslig endamál. Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, so sum røktarheim, stovnar og býli.
Nýggi sóknarpresturin kemur afturat verandi sóknarpresti, Theodor E. D. Olsen, sum hevur kirkjubøkurnar um hendi og tess vegna skipar tað dagliga arbeiðið, men sjálvandi virkar tann komandi sóknarpresturin í síni tænastu við egnari pastoralari ábyrgd samsvarandi galdandi regluverki innan fólkakirkjuna.
Í lýsingini verður eisini sagt, at tað er týdningarmikið at skapa trivnað í og rundan um kirkjuna, eisini yrkadagar, bæði við atliti at yngri og eldri. Harumframt vænta tey ein sóknarprest, ið verður fólksliga viðkomandi og sjónligur í landslagnum.
Eingin tænastubústaður er til embætið, og ætlanin er ikki at byggja ein prestagarð til embætið.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið framvegis eru undir útbúgving og annars eru klárir at taka við embætinum 1. august 2019, kunnu tó eisini søkja embætið. Umsóknarfreistin er 20. mars 2019 kl. 12.00, verður sagt at enda á heimasíðu fólkakirkjunnar.