Soleiðis sær nýggjasti World Watch List út

Í nógv ár hevur Norðurkorea ligið ovast á World Watch List, sum er eitt yvirlit yvir tey 50 londini, har tey kristnu uppliva størst forfylgjan. Íalt eru nú fleiri enn 360 milliónir kristin kring heim rakt av álvarsligari forfylging ella mannamuni.

Men, í ár er tað eitt annað land, sum liggur ovast á listanum. Hetta er ikki úrslit av, at forfylgingin í Norðurkorea er minkað, men tí at onnur hava fingið tað uppaftur verri. Hetta varð avdúkað, tá ið felagsskapurin Open Doors í gjár legði World Watch List 2022.01.19 fram.

Nú er tað Afghanistan, sum liggur ovast á listanum. Hóast forfylgingin var stór áðrenn Taliban kom til valdið, so er hon nú vorðin nógv størri. Taliban fer fram við stórum valdi mótvegis teimum kristnu, sum eru eftir í landinum. Aðalskrivarin í Open Doors í Danmark og Føroyum, René Ottesen, greiðir frá, at hann av trygdarávum ikki kann upplýsa, júst hvussu nógv kristin eru eftir í landinum, men at talið er nøkur 1000. Tað eru fá, sum verður fødd inn í kristnar familjur. Tey kristnu eru tí fólk, sum hava vent sær frá islam til kristnu trúnna, og eru tey tí serliga útsett fyri at verða forfylgd.

LES EISINI  Dagbókin hjá dripnu kvinnuni

Yvirhøvur er tað trupult at hava yvirlit, tí tey kristnu ferðast runt í landinum. Tey flyta og tey goyma seg, fyri at royna at yvirliva. Tí er tað torført at hava góð sambond við tey kristnu í landinum.

Nigeria á blóðigum fyrsta plássi

Nigeria er við fleiri enn 4.600 dripnum kristnum farnu árini nú triðja árið á rað ovast á hesum serliga valdslista. Tó kunnu hvørki kristin ella aðrir minnilutar rokna við nigeriansku sambandsstjórnini, tá umræður vernd og verju.

Studenta- og vanligir skúlar, kirkjur, bygdir og samkomuleiðarar eru enn mál fyri menniskjaránum, drápum, skaðum og slátri av húsdýrum og øðrum livibreyði.

Onnur afrikansk lond millum ovastu 10 londini við mesta harðskapi móti kristnum eru Mosambik, Mali, Kamerun, Miðafrikalýðveldið og Suðursudan. Eisini eru tað islamistar, ið standa aftan fyri harðskapin.

Kinesisku kirkjurnar eru sterkar

So hvørt sum kinesiski búskapurin og altjóða ávirkanin økjast, harðnar ágangurin frá kommunistisku stjórnini í Beijing. Nýggj harraboð frá maj 2021 krevja eitt nú, at átrúnaðarleiðarar “elska móðurlandið og stuðla leiðsluni í kommunistiska flokkinum (CCP) og sosialistisku skipanini.” Teir mugu “ikki seta tjóðartryggleikan í vanda, máa undan tjóðareindini” ella “fremja spjaðing í landinum.”

LES EISINI  Stjórnin á Sri Lanka táttar í trúarfrælsið

Open Doors greiðir frá, at støðan mótvegis teimum kristnu í landinum er vorðin verri tey seinastu fýra, fimm árini. Tá ið kirkjur stongja orsaka av korona, so vísir tað seg ofta, at man “gloymir” at lata tær upp aftur. Eisini í Kina eru tey umvendu frá islam og hinduismu serliga útsett fyri harðskapi og likamligari forfylging.

Kortini verður tann kinesiska kirkjan lýst sum ein av teimum sterkastu í heiminum. Prestarnir eru í løtuni við at umskipa arbeiðið, soleiðis at tað nógvastaðni kemur at líkjast smærri húsmeinigheitum, sum myndugleikarnir ikki kenna seg hóttar av.

Kina gevur øðrum íblástur

Í Suður- og Miðamerika fylgja ein røð av kommunistiskum stjórnum kinesisku skipanini við “einum landi, einum fólki og einari trúgv.” Koronasóttin verður brúkt sum áhaldsi til at hava eftirlit við samkomum og at áleggja teimum nýggjar avmarkingar. Á Kuba vórðu katólskir og protestantiskir leiðarar handtiknir, píndir og dømdir alt ov høgar bøtur, tí at teir tóku lut í hópkravgongum og kravdu sosialan javnrætt. Eisini í Nikaragua og Venesuela spiltu myndugleikarnir katólskar biskupar út, sýttu skrásetingar av samkomum og stongdu kirkjur.

LES EISINI  Norðurindia: Kirkjur verða stongdar og prestar afturhildnir

Kinesiska fyrimyndin hevur nýliga eisini fingið undirtøku í Sri Lanka, Myanmar og Malaisia. Tey fara tískil í part við øðrum londum í Asia, sum leingi hava skert frælsið hjá øðrvísi hugsandi. Kina tykist hava gingið undan í tess handfaring av COVID-sóttini, sum onnur harðræði halda vera eina gongda leið til talgilt hópeftirlit við fólki. Stórur eftirspurningur er nú í fleiri londum, eitt nú Vjetnam, eftir hesi tøkni til talgilt einaræði.

Góð tíðindi

Pláss var eisini fyri góðum tíðindum. Irak og Sýria liggja ávíkavist nummar 14 og 15 á listanum, og tí er tað framvegis stór forfylging í londunum, men harðskapurin er minkaður. At pávin vitjaði í Irak hevur givið teimum kristnu í landinum eina vón. Tað hevði stóran týdning fyri tey at síggja ein kristnan leiðara, sum vágaði vandan og kom at vitja tey.

Niðanfyri ber til at taka World Watch List niður sum kort, ella tú kanst vitja Open Doors í Danmark, har tað ber til at lesa eina stutta lýsing av hvørjum einstøkum landi, og hvørjum tørvur er á at biðið verðurfyri í teimum ávísu londunum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina