Nigeria: 32 kristin dripin av islamistiskum fulani-hirðum

Minst 32 eru dripin, og húsini hjá einum presti og ein kirkja eru brend í grund undir tveimum álopum í statinum Plateau í Nigeria. Enn einaferð eru álopini, sambært keldum, framd av islamiskum fulani-hirðum, skrivar Morning Star News.

Kirkjubygningurin, sum hoyrdi til The Church of Christ in Nations (COCIN), og heimið hjá prestinum vórðu oyðiløgd undir álopinum á býin Marish, har flestu íbugvarnir eru kristnir. Álopið hendi tann 27. januar.

Tvey onnur hús í fylkinum Bokkos vórðu eisini álopin, siga staðbundnar keldur. Álopini eru tey seinastu í eini vaksandi røð av harðskapi í statinum Plateau, har kristin verða dripin av islamistiskum fulani-hirðum.

– Islamistarnir drupu 17 persónar í bygdunum Marish og Ruboi tann 3. februar. Tann 26. januar vórðu 15 fólk dripin í einum álopi í Kwatas, sigur lokalpolitikarin Titus Ayuba Alams við Morning Star News.

– Fimm persónar vórðu særdir undir álopinum, og eldur varð settur á fleiri hús. Ein kvinna, sum var við barn, og 16 onnur vórðu dripin, sigur ein íbúgvi, Theophilus Mancha, við Morning Star News.

LES EISINI  Kristin í Nigeria dripin

Bygdirnar Kwatas, Marish og Ruboi liggja í útryðjuni av býnum Bokkos, umleið 15 kilometrar í ein útsynning úr Plateau State University í Bokkos.

Benjamin Dogo í Kwatas skrivar í einum telduposti til Morning Star News: – Fólk okkara er aftur vorðið dripið. Umleið 15 av teimum deyðu eru flutt til kapellið saman við fleiri øðrum, sum fingu skaða undir álopinum.

Løgreglan í Nigeria sigur, at 13 vórðu dripin og fimm særd í álopinum á Kwatas. Talsmaðurin hjá løgregluni, Ubah Gabriel Ogaba, váttaði í einum tíðindaskrivi, at “ókendir vápnaðir menn” høvdu lopið á bygdina.

Guvernørurin Simon Lalong hevur fordømt álopini á teir kristnu borgararnar. Sambært talsmanni hansara sigur hann: – Hjarta mítt bløðir yvir hendan sorgarleik, har ósekir borgarar eru dripnir uttan orsøk. Trygdardeildirnar eiga at fara eftir gerningsmonnunum og teirra stuðlum, so teir koma fyri rættin og fáa sína revsing.

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina