Innsavningin til Sri Lanka: 78.671 krónur komu inn
Eftir áheitan tók Meinigheitshúsið á Skála síðst í apríl mánaði stig til eina innsavning í Føroyum til frama fyri tey, ið vórðu rakt av yvirgangsálopunum páskamorgun í Sri Lanka. Føroyska innsavningin miðaði eftir at hjálpa teimum raktu í einari av kirkjunum, ið vórðu álopnar.
Nú innsavningin er liðug, eru 78.671 krónur komnar inn, og tað eru fyriskipararnir sera væl nøgdir við. Undirtøkan var nógv betri, enn tey tordu at vóna. Peningurin er komin frá bæði einstaklingum og frá sera ymiskum meinigheitum og felagsskapum, og úr stórum pørtum av landinum. Fyriskipararnir lata heilsa og takka hjartaliga fyri uppbakningin, eins og tey takka Gudi fyri peningin og tann linnan, sum hann kann geva kristnum á Sri Lanka í hesi sváru tíð.
Peningurin fer til Zion’s Church í býnum Batticaloa á eysturstrondini. Undir álopinum á hesa kirkjuna páskamorgun doyðu 28 fólk, og meira enn 125 fólk vórðu særd. Hjálpin fer tí til at rinda fyri viðgerðina av bæði likamligum og sálarligum skaðum hjá teimum, sum sita eftir og/ella eru særd. Eisini tørvar teimum familjum, sum hava mist forsyrgjaran, stuðul í komandi tíðum.
Støðan á Sri Lanka er framvegis merkt av yvirgangsálopunum og teimum tiltøkunum, sum myndugleikarnir settu í verk í kjalarvørrinum av teimum.