Spennandi koronabroytingar

Torleif Johannesen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Eg gleði meg til koronastongsulin er av – av fleiri grundum. Ikki tí, nakrar av fylgjunum hava vónandi verið jaligar, t.d. at familjurnar hava verið meiri saman, havt meiri tíð til hvønn annan. Resið, sum mong livdu undir, eisini aftaná vanliga arbeiðstíð, var steðgað, so fólk hava hvílt og sovið meiri. Lívið og lívsvirðini eru vónandi komin í annað og rættari ljós og raðfesti, nú heimurin nærum steðgaði upp av einum ósjónligum virusi, sum hvørki kann síggjast ella viðast.
Tað undrar, at mannaættin í okkara framkomnu tíð við hátøkni og styrki á nærum øllum hugsandi økjum, við fjølbroyttum vápnum, sum kunnu leggja heimin í oyði fleiri ferðir, við útgerð til rúmdarferðir v.m., kortini skal vera so veik, avmarkað og ráðaleys.

“Mennesker spår”..

Tá okkurt óvæntað hendi, plagdu tey gomlu at taka til: “Mennesker spår, men Gud rår!” Vónandi fer koronatíðin at endurminna orðatakið og endurvinna sannleikan og innihaldið í tí. Vit bæði kunnu og skulu leggja til rættis og hava ætlanir um ymiskt gott. Men gloyma vit at søkja Gud fyrst og at biðja hann um vísdóm, signing og varðveitslu yvir lív og ætlanir okkara, so koma vit skjótt at renna okkum føst.
Søkja vit Gud fyrst, so er tað besta útgangsstøðið fyri røttum samanhangi millum Gud og menniskjað og manna millum um tær ætlanir, vit hava.
Jákup ápostul sigur tað soleiðis:
-Og nú tit, sum siga: «Í dag ella í morgin skulu vit fara í ta ella ta bygdina og verða har eitt ár og handla og hava vinning,» tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin! Tí at hvørjum er lív tykkara líkt? Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur.
Í staðin fyri at tit áttu at sagt: «Um Harrin vil, og vit liva, tá skulu vit gera hetta ella hatta!»- (Ják 4,13-15). Ja, og amen!
“Um Harrin vil og vit liva, so…!” verður vónandi sterka, støðuga og spennandi niðurlagið, nú heimssamfelagið er við at lata upp aftur.

LES EISINI  Tey góðu og tey óndu

Hvar skal eg sita?

Ein onnur koronabroyting við atliti til gudstænastur, møtir v.m. er, at tveir metra frástøðan fer at spreiða fólkið runt í rúminum, og tað verður “deiligt”. Nú kunnu ikki øll sita aftast, í sama stað ella saman við teimum somu. Tí verður tað spennandi og avbjóðandi at savnast aftur í Guds húsum 17. mai. Vælkomin!
Tað er gott við ordan og siðvenju í Guds húsum. Men hví skulu øll “marsjera” út hvør eftir annan, beint aftaná níggjunda klokkuslagið. Er tað ein góð siðvenja?
Hví kunnu fólk ikki fara avstað sum tey vilja ella vera sitandi eina løtu og práta í stólunum aftaná at biðisløgini eru liðug? Tað kunnu tey óivað nú, men “marsjeringin” líkasum noyðir fólk avstað. Í flestu kirkjum er forkirkjan lítil, og øll skulu seta bøkurnar uppá pláss, lata seg í frakkar og annað; so har er lítið pláss at práta við fólk. Tí fara tey, sum steðga á og práta saman, lætt at standa í vegin fyri teimum, sum skunda sær avstað.
Tað hevði óivað verið gott, um ein koronabroyting kom í her, so fólk kundu sitið í frið, prátað ella biðið saman eina løtu eftaná gudstænastuna – um ynski var fyri tí. Føroyska veðurlagið loyvir sjáldan til hugnaligar løtur uttanfyri aftaná gudstænasturnar.

LES EISINI  Eingin gudstænasta komandi sunnudag 6. juni

Tín og mín koronabroyting

Tað er so lætt og skjótt at krevja stórar og skjótar broytingar av øðrum, og mong eru tey, ið gera tað. Men hvør er tín og mín koronabroyting?
Vónandi, at tey “varandi” virðini fáa størri og meiri ítøkiligari týdning fyri okkum – enn tey “farandi.”
-At vit byrja og enda dagin rætt – við bøn og bíbliuorði.
-At vit elska Gud og næstan, tí tá byggja vit menniskjað upp, byggja heim, kirkjulið, samfelag, land,… Gudi til æru og menniskjum til signingar. Jósva segði hesi ævigt kaldandi orð:
-Hav altíð hesa lógbók(Guds orð) á munni og grunda yvir hana dagar og nætur, til tess at tú heldur alt tað, sum í henni er ritað; tá fer alt at vignast tær væl, og tú verður happadrúgvur. Jósva 1.8.
Gerst bønin andadrátturin og Guds orð vegleiðari í tínum og mínum lívi – eisini eftir koronatíðina, ja, so byrjar ein nýggj tíð – uttan korona, men ríkari í og saman við Kristi.

LES EISINI  COVID-19: Vit mugu ansa væl eftir útsettum børnum og ungum hesa tíðina.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina