Spennandi landsstevna 19. – 21. apríl

Vikuskiftið 19. – 21. apríl savnast kvinnur úr sjómanskvinnuringum um landið til árligu Landsstevnuna í Leguhúsinum í Nesvík.
Landsstevnan var fyrstu ferð í 1957 og hevur verið øll árini síðani, burtursæð frá tveimum árum vegna koronu.
Á stevnuni verður, millum annað, tosað um arbeiðið hjá sjómanskvinnuringunum, millum sjófólkið og á Ørkini í Reykjavík. Á skránni verða eisini talur, samtalur, felagssangur, kórsangur, duett, áhugatími, gudstænasta, burturluting,… og hugni. Sjómenn koma at gera góðan mat og tæna við borðini.
Hóast stevnan er fyri sjómanskvinnuringarnar, eru allar kvinnur, sum eru áhugaðar í arbeiðinum, vælkomnar á stevnu.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 10. apríl, hjá staðbundnu forkvinnuni, HM-skrivstovuni tel. 470000 ella á tel. 229024.

LES EISINI  - Síðsti jólapakki hjá mær við hesum Klakki
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina