Spennandi og avbjóðandi starv

– Starvið er bæði spennandi og avbjóðandi, og tað fevnir bæði um arbeiði á heiminum og út frá heiminum. Tað sigur trúboðarin á Ørkini í Reykjavík Ólavur Jacobsen, sum byrjaði í starvinum 1. januar í ár.

– Eg ynski at fáa samband við fólkið, sum starvast á Ørkini, sum býr her, og við tey, sum vitja inn á Ørkina. Samstundis ynski eg samband við fólk uttanfyri Ørkina og at vera til signingar fyri íslendingar og onnur fólk, eg hitti, sigur Ólavur.

– Íslendska málið er ein avbjóðing, og tí royndi eg frá byrjan av at leggja meg eftir málinum. Eg gangi eisini til undirvísing í íslendskum og royni at tosa íslendskt við íslendingar.

Íslendingar eru sera blíðir við føroyingar, og tí havi eg longu fingið samband við nakrar, og onkur teirra koma eisini til føroysku møtini á Ørkini.

Ólavur gongur til undirvísing í íslendskum hjá Kristniboðssambandinum, sum er ein luthersk missiónsrørsla, sum eisini sendir fólk út í verð sum trúboðarar. Hann kemur eisini til møtir hjá teimum. Ólavur kemur eisini fast í Hallgrímskirkjuna og hevur fingið gott samband við prestarnar og við starvsfólkið hjá kirkjuni. Tað sambandið er hann fegin um, eisini tí at fleiri føroyingar, sum vitja í Reykjavík, eru til gudstænastu í Hallgrímskirkjuni. Har kann hann so fáa samband við tey og bjóða teimum á møti ella at vitja á Ørkini.

Møti í Ørkini

Hevur ábyrgd av møtunum

– Eg havi ábyrgdina fyri møtunum, sum eru hvønn sunnudag á Ørkini kl. 17.00. Uppmøtingin hevur verið góð, og øll eru vælkomin – eisini íslendingar. Eg havi vitjað á sjúkrahúsinum og í fangahúsinum og verið umborð á føroyskum og grønlendskum skipum. Skipsvitjan er nakað nýtt fyri mær, men upplivingin og móttøkan hevur verið sera góð og stimbrandi. Eg havi eisini havt andakt umborð á einum skipi. Eg má siga, at eg kenni meg sera væl móttiknan allastaðni og kenni tað, sum um at Jesus gongur bæði undan mær og er hjá mær, sigur Ólavur.

Ólavur vitjar umborð á skipum

– Eg havi gott samband við Føroyingafelagið, og tey lýsa eisini tey tiltøk, sum eru á Ørkini. Eg verđi eisini bjóðaður við til teirra tiltøk. Eg havi eisini gott samband við føroysku sendistovuna og við føroyingar, sum búgva á Reykjavíkarleiðini. Tá eg nú eri settur at tæna millum fólkið, er sera umráðandi at hava gott samband við tey, sigur Ólavur Jacobsen at enda.

LES EISINI  Vitjan aftur á Ørkini í Reykjavík

Hann takkar eisini fyri forbøn fyri sær og fyri arbeiðinum á og út frá Ørkini.

Ólavur frammanfyri Hotel Ørkini í Reykjavík

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina