Spildurnýtt bíbliuskúlatilboð í Afrika og Danmark: “Altjóða lærusveinavenjing”

Bíbliuskúlin hjá Indre Mission í Børkop í Danmark, fer nú í samstarvi við útimissiónsfelagsskapin Promissio undir eitt nýtt, øðrvísi og sera spennandi bíbliuskúlatilboð, sum fyri stóran part gongur fyri seg í Etiopia, umframt í Danmark.

Almenna heitið er “Global Discipleship Training” og í lýsingini fyri hesum tilboði verður millum annað sagt, at tú “verður skakaður frá innast til uttast í einum lívsbroytandi møti við brúsandi kristin í Afrika, við Gud og við teg sjálvan.”

Hesin bíbliuskúli er ikki sum aðrir. Dentur verður lagdur á at læra av at vera saman við Gudi og afrikanskum kristnum. Við at fara til Afrika, fara næmingarnir út um teir vanligu og tryggu karmarnar, har ein kann læra nógv, bæði um Gud og um kristna lívið.

 

“Global Discipleship Training” er eitt bíbliuskúlaskeið í 5 mánaðir, sum partvís gongur fyri seg í Danmark og partvís í Etiopia. Hjartað í skeiðnum eru tríggir mánaðir á bíbliuskúla í Etiopia, har ein saman við háskúlavinum sínum fær íblástur frá donskum og etiopiskum kristnum.

LES EISINI  OM Føroyar hevur aðalfund 29. apríl

Tað er upplagt, at nógvur íblástur er at heinta í Etiopia, tí har er størsta lutherska kirkja í heiminum, og hvørt ár venda fleiri hundraðtúsund fólk um. Tey, sum undirvísa, hava útlivað tað, sum tey tosa um. Og næmingarnir skulu eisini út at gera tað í verki, sum teir hoyra. Tað verður gjørt gjøgnum verkætlanir í Etiopia, har næmingarnir fylgjast við etioparum, læra av teimum, deila trúnna við teimum og síggja teirra heim.

Longu nú er skeiðið í 2019 fullteknað, men til ber at søkja um at sleppa við í 2020. Tá er pláss fyri 16 luttakarum. Av tí at umstøðurnar í Etiopia eru øðrvísi enn heima, er umráðandi, at luttakararnir eru í vanligum góðum formi, og tí verða øll boðin til samrøðu áðrenn.

Meira fæst at vita um hetta nýggja og heilt serstaka bíbliuskúlaskeiðið á globaldiscipleshiptraining.dk Eisini ber til at skriva til kontakt@globalDT.dk at fáa meira at vita.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina