Spírar: Fyrsti sunnudagsskúlin á internetinum verður sunnumorgunin!
Spírar er ein spildurnýggjur føroyskur sunnudagsskúli á internetinum, sum øll børn fáa atgongd til. Og nú er endiliga komið so mikið langt, at fyrsti parturin verður lagdur út á netið.
Í rúma tíð hava teir báðir høvuðspersónarnir aftanfyri verkætlanina – Sólfríð Maria í Rók og Rógvi Brekku Dam – saman við øðrum eldsálum fyrireikað og tikið upp eina røð av sunnudagsskúlum á filmi. Hugskotið til verkætlanina kom av fleiri sannroyndum. Færri og færri børn ganga í sunnudagsskúla, og samstundis sita børnini hvønn dag og hyggja í ein skíggja. Harafturat eru mong føroysk børn uttanlands, sum ikki hava atgongd til sunnudagsskúla. Haðani kom hugskotið til at bjóða øllum børnum gott føroyskt og jaligt tilfar, har tey longu eru frammanundan, á internetinum. Ikki sum ein kapping til verandi sunnudagsskúlar, men afturat teimum og sum ein stuðul til teirra.
Arbeiðið hevur eydnast væl
Nú fyrsti parturin verður lagdur út, spyrja vit Sólfríð Mariu, hvussu arbeiðið hevur gingist.
– Tað hevur eydnast sera væl, og vit eru sera væl nøgd við úrslitið. Partarnir eru skipaðir soleiðis, at Gimbra (ein seyður) spyr vertin Maritu alskins spurningar, sum børn kundu funnið uppá at spurt. Børnini fáa nakað gott at hugsa um, og fyri eygað er tað litríkt, sigur Sólfríð.
Hon greiðir frá, at fyrsti partur snýr seg um skapanina, og frá sunnumorgninum kl. 10 verður hann at finna á heimasíðuni youtube, á spirar.fo, og verður eisini lagdur á Facebooksíðuna hjá Spírum. Ætlanin er, at børnini altíð hava atgongd til alt tilfarið á spirar.fo og youtube.
Í hvørjum parti er ein litríkur og fittur teknifilmur um dagsins bíbliusøgu. Sangfuglurin og Reyða Leyva spæla tríggjar sunnudagsskúla- og jólasangir í hvørjum parti, har øll eru vælkomin at syngja við. Sangirnir eru bæði nýggir og gamlir, og undirtekstur verður.
Hvør partur er 17-23 minuttir, sigur Sólfríð Maria.
Ikki løtuverk
At gera eina røð av slíkum sunnudagsskúlum er ikki løtuverk.
– Vit hava fingið øgiliga góða hjálp. Fólk eru jalig og síggja tørvin, og nógv hava verið til reiðar at hjálpa til við tíðarkrevjandi uppgávum, og tað eru vit sera takksom fyri. Peningaliga hava vit eisini fingið stuðul, so at vit hava kunnað keypt upptøkutól og framleitt teknifilmarnar. Eitt sindur av tekniskari hjálp hava vit verið noydd at keypa av tíðarneyð, men annars hevur alt arbeiðið verið púra frítt, og einans kostað tíð, sveitta og svøvn, sigur Sólfríð Maria við einum brosi.
– Nøkur av okkum hava arbeitt allar tíðir av døgninum og alla vikuna við verkætlanini, og brúkt hvørt sekund av frítíðini til hetta. Tað hevur lært okkum, at um verkætlanin skal halda fram, má tað gerast eitt parttíðarstarv, og tað krevur peningaligan stuðul. Tey, ið vilja stuðla, kunnu bæði geva eina fasta mánaðargávu ella eina eingangsgávu á kontu í Banknordik (6460 – 569.499.1), sigur Sólfríð Maria.
Kringvarpið sendir eisini
Tíggju partar eru klárir at senda. Lagt verður fyri við skapanini nú sunnumorgunin, so koma seks jólapartar, sum fyrst verða at síggja í Kringvarpi Føroya og síðani verða lagdir út á netið sama dag. Sólfríð Maria sigur, at tað er hugaligt, at kringvarpið eisini vil senda partarnar. Tíðliga í vár koma væntandi partarnir um Ádam og Evu, Nóa og Bábeltornið.
Ikki bara sunnudagsskúli
Á spirar.fo er eisini ætlanin at hava annað spennandi tilfar til foreldur, lærarar og sunnudagsskúlalærarar, har øll kunnu fáa og geva íblástur. Eitt nú gera tey teknifilmarnar til Power-point-framløgur, sum kunnu nýtast til frálæru.
Alt tilfarið verður tøkt hjá øllum at brúka. Sangirnir koma at liggja í spælilistum á youtube, og tað sama við sendingunum og teknifilmunum. Um onkur ynskir at fáa tilfarið, kunnu vit eisini geva teimum tað á ein harðdisk, so eitt nú sunnudagsskúlar kring landið kunnu brúka tað.
Sunnudagsskúlasangirnir verða eisini lagdir út uttan sang, so børnini sjálv kunnu syngja við.
– Her hava vit eisini hugsað um sunnudagsskúlar, har tey eru fáment og ikki hava so nógvar tónleikarar, sigur Sólfríð Maria at enda.