Starvslýsing: MIÐLALEIÐARI TIL TRÚBOÐAN


Trúboðin – ein livandi og spennandi miðil

Søkt verður eftir miðlaleiðara til www.trubodin.fo. Talan er um fulltíðarstarv. Arbeiðsstaðurin er í
Leguhúsinum í Nesvík.

Trúboðin er málgagnið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum m.a. kunnar um fjølbroytta arbeiðið hjá
Heimamissiónini, eins og tíðindi frá Fólkakirkjuni og øðrum kirkjum og samkomum. Dentur verður
lagdur á uppbyggjandi greinar, eins og at viðgera týðandi og viðkomandi evni. Trúboðin hevur eitt
ljóðstudio umframt alla neyðuga útgerð til bæði at kunna framleiða ljóð- og videosendingar.

Arbeiðið umfatar m.a.

  • at leiða arbeiðið á Trúboðanum
  • at kalla sjálvboðin til tænastu á Trúboðanum
  • at menna fjølbroytt innihald á Trúboðanum

Persónligir eginleikar

  • tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • tú ert jalig/ur og hevur góð samstarvsevni
  • tú tekur undir við tí, sum Heimamissiónin stendur fyri (sí samleikaskjalið)

Tú fært ábyrgd fyri

Trúboðanum og sosialu síðunum hjá Trúboðanum
starvsfólkunum á Trúboðanum
tú vísir til aðalskrivaran.

Vit bjóða tær

eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú kanst mynda starvið.
at vera partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi
løn og setanartreytir eftir nærri avtalu

LES EISINI  Miðlafólk til Trúboðan

Umsóknir

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða at senda til:
Kirkjuliga Heimamissiónin
Att.: Andrias Magnussen, aðalskrivari
Nesvík 8
FO-437 Nesvík
ella
andrias@mission.fo
Umsóknarfreistin er 6. januar 2023.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina