Starvslýsingar

Tvey spennandi stør eru leys at søkja. Gev gætur, at umsóknarfreistin er fríggjadagin 7. januar.


Miðlaleiðari til Trúboðan

Søkt verður eftir miðlaleiðara til www.trubodin.fo. Talan er um fulltíðarstarv. Arbeiðsstaðurin er í Leguhúsinum í Nesvík.

Trúboðin er málgagnið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum m.a. kunnar um fjølbroytta arbeiðið hjá Heimamissiónini, eins og tíðindi frá Fólkakirkjuni og øðrum kirkjum og samkomum. Dentur verður lagdur á uppbyggjandi greinar, eins og at viðgera týðandi og viðkomandi evni. Trúboðin hevur eitt ljóðstudio umframt alla neyðuga útgerð til bæði at kunna framleiða ljóð- og videosendingar.

Arbeiðið umfatar m.a.

  • dagliga ábyrgd av netmiðlinum Trúboðanum
  • at leiða arbeiðið á Trúboðanum
  • at kalla sjálvboðin til tænastu á Trúboðanum
  • at menna fjølbroytt innihald á Trúboðanum

Persónligir eginleikar

  • tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • tú ert jalig/ur og hevur góð samstarvsevni
  • tú tekur undir við tí, sum Heimamissiónin stendur fyri (sí samleikaskjalið)

Tú fært ábyrgd fyri

  • Trúboðanum og sosialu síðunum hjá Trúboðanum
  • starvsfólkunum á Trúboðanum
  • tú vísir til aðalskrivaran.

Vit bjóða tær

  • eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú kanst mynda starvið.
  • at vera partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi
  • løn og setanartreytir eftir nærri avtalu

Umsóknir

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Kirkjuliga Heimamissiónin
Att.: Andrias Magnussen, aðalskrivari
Nesvík 8
FO-437 Nesvík
ella
andrias@mission.fo

Umsóknarfreistin er 7. januar 2022.
Starvið verður sett, tá rætti persónurin er funnin.


Skrivstovufólk til skrivstovuna í Nesvík

Kom og ger mun á einum spennandi arbeiðsplássi!

Søkt verður eftir skrivstovufólki til hálvtíðarstarv á skrivstovuni hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Skrivstovan er í Leguhúsið í Nesvík.

Arbeiðið umfatar m.a.

  • Vanligt skrivstovuvirksemi m.a. at svara telefon og telduposti
  • Ábyrgd av bókasøluni og nethandlinum (www.manna.fo)
  • Ábyrgd av bókagoymsluni
  • Haldarastýring hjá KUMPAS

Persónligir eginleikar

  • tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • tú ert jalig/ur og hevur góð samstarvsevni
  • tú tekur undir við tí, sum Heimamissiónin stendur fyri (sí samleikaskjalið)
  • tað er ein fyrimunur, um tú hevur grundleggjandi grafiskar førleikar

Tú fært ábyrgd fyri

  • bókasøluni, harundir nethandlinum (www.manna.fo)
  • skrivstovuni – saman við hinum á skrivstovuni
  • Tú vísir til aðalskrivaran

Vit bjóða tær

  • at vera partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi
  • eitt spennandi og fjølbroytt starv
  • løn og setanartreytir eftir nærri avtalu

Umsóknir

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Kirkjuliga Heimamissiónin
Att.: Andrias Magnussen, aðalskrivari
Nesvík 8
FO-437 Nesvík
ella
andrias@mission.fo

Umsóknarfreistin er 7. januar 2022.
Starvið verður sett, tá rætti persónurin er funnin.

Meira at vita?

Set teg í samband við Andrias Magnussen á 230070 ella andrias@mission.fo
Kirkjuligu Heimamissiónini er ein sjálvstøðug vekingarrørsla í Fólkakirkjuni. Virksemið fevnir um heimamissión, sjómansmissión og altjóðamissión. Arbeiðið byggir á Bíbliuna og fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit. Endamálið er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi. Okkara visjón er at møta menniskjum, har tey eru.
Kirkjuliga Heimamissiónin
Tel. 470000
www.mission.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina