– Stjørnur skína klárast í myrkri

Pauli Reinert Poulsen úr Havn hevur lisið tónleik í Onglandi og USA. Hann undirvísir í gittarspæli fulla tíð, og spælir í fleiri bólkum. Og hann skrivar nógvan tónleik sjálvur.
– Tað, sum myndar meg sum persón, mín kristna trúgv, tað kemur onkursvegna eisini út í tónleikinum. Eg kann sjálvandi ikki bera nakran boðskap í orðum, tá tónleikurin er instrumentalur, men eg kann skapa eitt huglag, sigur hann.

Mín hobby er mítt arbeiði
– Eg kundi verið longur í USA, tí tað gekk betur og betur hjá mær, men í 2014 gjørdi eg av at flyta heimaftur til Føroya, tí nú vildi eg royna okkurt nýtt. Tá var sjálvandi einki arbeiði, og nú skuldi eg byrja frá null aftur. Tað var nokk so torført.
Pauli byrjaði at lýsa við gittarundirvísing, og hann fekk nakrar næmingar so við og við, men einki fast arbeiði. Men fyrst í 2015 varð hann uppringdur av Frískúlanum á Velbastað, og hann fekk arbeiði har.
– Har eri eg framvegis, og tað eri eg glaður fyri. Eg arbeiði har tveir dagar um vikuna. Privatundirvísingin heima hevur eisini vundið uppá seg, og síðsta summar fekk eg so eitt vikariat í Musikkskúlanum tveir dagar um vikuna, so beint nú undirvísi eg fulla tíð, ja, faktiskt meira enn fulla tíð. Eg undirvísi á Velbastað, vestri í Vágum, á Eiði og við Norðskála. Og so heimaundirvísing her í Havn. Í vikuskiftinum er eisini okkurt at gera, tað er eitt sindur ringt at definera, tá mín hobby eisini er mítt arbeiði, sigur hann.

Øll samrøðan stóð at lesa í Trúboðanum, sum kom í øll hús tann 23. november.