Stór umvæling í KFUM&K í Klaksvík næstu vikurnar
– Fleiri umvælingar hava verið neyðugar í longri tíð, og tí var best at skifta alla fasaduna norðeftir í yngra partinum av bygninginum, sigur Ari Samson, sum er settur at leiða arbeiðið.
Yngri parturin av KFUM&K í Klaksvík varð bygdur í 1979. Eftir stóran stormskaða í 1992 varð takið reist, og seinastu árini hava eisini nakrar stórar umvælingar verðið gjørdar á suður- og vestursíðuni. Eftir ætlanir í fleiri ár er túrurin nú komin til norðursíðuna, sum vendir út móti vegnum.
– Tað hevur bæði likið og trekt, og í neðra, har Drotning Margrethu barnagarður húsast, eru vindeyguni í ringum standi. Tí verður øll fasadan skift út. Tann nýggja verður sett eitt vet uttari og verður eisini væl meira merkt av glasi enn tann gamla. Bæði í styrki og bjálving eru vindeygu í dag líka góð sum timburveggir. Og so signalerar tað eisini opinleika og er meira innbjóðandi – vit hava jú einki at fjala, sigur Ari við einum brosi.
Kostar góða hálva millión
Arbeiðið hevur verið fyrireikað í eina tíð, og peningur er settur av til tað seinastu árini. Nevndin metti, at tað er bæði dýrt og torført at fáa byggifyritøkur at gera arbeiðið í hesum døgum. Tí varð Ari Samson, húsasmiður, settur at leiða arbeiðið, samstundis sum heitt varð á øll, sum kunnu, um at hjálpa til eftir førimuni.
– Vit fóru undir arbeiðið í næstsíðstu viku, og fram til norðoyastevnu (um mánaðarskiftið) verður arbeitt allar yrkadagar frá klokkan átta á morgni til klokkan níggju á kvøldi. Um tað gongst, sum vit ætla, er stórviðurin tá komin upp á pláss, eins og vindeygu, plátur og bjálving. Síðani er ætlanin at arbeiða um kvøldið og leygardagar í summar, so leingi arbeiðið tekur at gera, sigur Ari.
Arbeiðið verður mett at kosta góða hálva millión krónur. Roynt verður ikki at órógva andliga arbeiðið í húsinum og gerandisdagin í barnagarðinum meira enn neyðugt. Ari leggur afturat, at brúk er fyri nógvum fólki, og at fólk eru hjartaliga vælkomin at hjálpa til.