Stórmøti: Myndir frá Leygarkvøldinum

Enn eitt frálíkt kvøld er farið aftur um bak á Stórmøtunum 2020. Eins og fríggjakvøldið, so høvdu hyggjarar og lurtarar møguleika at senda eina mynd inn til Trúboðan.

Og aftur hesaferð eru nógvar myndir komnar inn. Tað er stuttligt at síggja hvar fólk eru á Stórmøti í ár. Vit hava fingið myndir frá skipum í Noreg, frá hvíldarheiminum, frá missiónshúsum og eisini nøkrum ungum dreingjum, sum vóru á Stórmøti á Hotel Brandan.

Vit takka hjartaliga fyri tær mongu myndirnar, sum eru komnar inn.

Aftur í dag er møguligt at senda myndir inn til Trúboðan. Send eina mynd inn til trubodin@mission.fo.

LES EISINI  Stórmøtini verða send á Lindini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina