Stórmøtini byrja í morgin

Stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini byrja í morgin og halda fram til sunnukvøldið. Evnið fyri Stórmøtini er “Hevur Jesus nakran týdning – í dag?”

Jütta Reynslág, sum er ein av limunum í fyrireikingarbólkinum, greiðir soleiðis frá um evnið:

– Tað er ein spurningur, sum vit mugu seta okkum. Vit liva í einum samfelagi, har nógv rák eru. Tey eru í øllum, og tey eru allar vegir. Lógir verða broyttar, og í útlondum síggja vit, hvussu tað broytist millum annað á økjum sum virknari deyðshjálp og fosturtøku. Tí spyrja vit: “Hvønn týdning hevur Jesus – í dag?” Tað er lætt at seta sær sjálvum spurningin, hvør Jesus er, og svara. Men hvør er hann fyri teg í dag? Hvør er hann meira enn tann søguligi persónurin fyri teg? Hvør er hann í tínum lívi, fyri teg persónligt? Hvønn týdning hevur Jesus fyri okkara samfelag í dag? Tað eru sovorðnir spurningar, sum eru nakrir av tankunum aftanfyri evnið, sigur Jütta.

 

Nógv er nýtt

Skráin fyri Stórmøtini er fjølbroytt. Fríggjakvøld er eitt ungdómstiltak, sum verður nevnt NOISE16. Hóast tað serliga er lagt til rættis til tannáringar og ung, so merkir tað ikki, at onnur skulu halda seg burtur. Nei, tey eru eisini so hjartaliga vælkomin. Har verða nógv spennandi og stutt innsløg.

Leygarkvøld og sunnukvøld verða stórmøti, har ávikavist Elisabeth Poulsen og Pól Johannesen fara at tala um evnini “Hevur Jesus nakran týdning fyri meg í dag?” og “Hevur Jesus nakran týdning, tá hetta lívið er av?”

– Vit hava lagt okkum eftir talarum í rørsluni, sum vit halda duga væl at bera ein evangeliskan boðskap fram í eini fjøld og til eina fjøld, sigur Øssur Kjølbro, sum er partur av fyrireikingarbólkinum.

Jütta sigur, at hon heldur, at skráin sær spennandi út. Eitt, sum hon heldur sær ógvuliga áhugavert út, eru áhugatímarnir.

– Har eru fleiri, sum eg kundi hugsað mær at farið til, tí tað eru ordiliga spennandi evni.

 

Spennandi áhugatímar

Eitt, sum er øðrvísi í ár í mun til undanfarin ár, er, at seinnapart leygardag verða áhugatímar á skránni, seks í tali. Teir eru um ymisk evni, sum hvørt á sín hátt er viðkomandi fyri evnið á Stórmøtunum.

Tað verða fólk, sum hava serligan kunnleika til evnini, sum fara at hava áhugatímarnar. Bergur D. Joensen fer at hava um andliga leiðslu, Rósalind Olsen um evnið “Hevur Jesus nakran týdning, tá ið tað krasjar í lívinum?”, Petur Steingrund um trúgv og vísindi, Rúni Rasmussen um kristnitrúgv og humanismu, Ann Dahl Hansen um tann kristna og alternativir viðgerðarhættir, og Carsten Fonsdal Mikkelsen fer at umrøða, hvussu missiónshúsið kann gagnnýta sosialar miðlar.