Stórmøtini verða á Skála

Aftaná 2 ár við avlýstum stórmøtum vegna Covid-19 verða møtini nú flutt til Skálar í staðin.

Í samband við at Skúlin á Giljanesi verður um-og útbygdur verða Stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini flutt úr Vágunum til Høllina á Skála í staðin. Útbyggingin merkir, at parkeringsplássið verður rakt, so vit missa stóran part av tí plássi, vit vanliga hava tøkt at sleppa av við bilar okkara. Dagfestingin er kortini ikki broytt og Stórmøtini verða tí enn sum áður ætlað hildin 4. – 6. november 2022.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina