Størsta syndin hjá faðir Claude

Eitt sindur eystanfyri miðjuna í Fraklandi, liggur býurin Paray-le-Monial. Í 1675 gjørdist katólski presturin, faðir Claude la Colombiere, leiðari fyri jesuittarasamfelagnum har í økinum. Við til kallið hoyrdi eisini uppgávan at vera andaligur vegleiðari fyri Visitatiónssystrunum, sum høvdu eitt kleystur við síðuna av kirkjuni.

Ein av nunnunum æt Margaret Mary Alacoque. Hon helt á við at fortelja um hvussu Jesus kom og vísti seg fyri henni, og faðir Claude skilti skjótt, at slíkar søgur gjørdu, at hinar nunnurnar gjørdust sera ótryggar við Margaret. Tí gjørdist hon meira og meira útihýst frá tí felagsskapi, sum annars átti at vera í kleystrinum.

Men ein dagin kom systir Margaret til faðir Claude og setti uppá, at hann skuldi vera hennara persónligi andaligi vegleiðari. Faðir Claude stuðlaði annars hinum nunnunum í teirra áskoðan á systir Margaret, og hann vildi ikki hava nakað at gera við slíka andaliga hugsveiman og ørvitistos, sum hann helt, at hennara løgnu frágreiðingar bóru boð um. At Jesus skuldi hava opinberað seg so beinleiðis fyri eini ungari nunnu, helt hann ikki var serliga sannlíkt. Og at hann sjálvur skuldi dragast inn í nakað slíkt, helt hann vera ódámligt.

LES EISINI  Fyrigeving og frælsi

Kortini valdi faðir Claude at geva hesum ein lítlan møguleika. So hann svaraði: – Nú skal tú hoyra: Um Jesus kemur aftur, skal tú spyrja hann um hvørja álvarsama synd, eg játtaði, seinast eg skriftaði. Um tú kann koma og siga mær tað, so skal eg verða tín andaligi vegleiðari.

Tað játtaði hon, og so fóru tey hvør til sítt.
Tá tey seinni hittust aftur segði systir Margaret: – Jesus vísti seg aftur fyri mær, og eg fekk møguleika at spyrja hann hvørja synd tú seinast skriftaði.
– Uha!
Óvissan lýsti úr flákrandi eygunum á faðir Claude, meðan hann royndi at taka seg saman at hyggja uppá nunnuna. Visti hon nú tað, sum avgjørt eingin skuldi vita?
– Hvat, øøø, hvat segði hann so, stamaði faðir Claude.
– Ja, also. Nú skal tú hoyra, segði systir Margaret. – Eg spurdi hann, sum tú bað meg, men Jesus segði, at hann rætt og slætt ikki minntist tína synd.

LES EISINI  Við ársenda er gott og rætt at venda sær til Guds

Tann dagin átók faðir Claude sær leiklutin sum persónlig andaligi vegleiðari hjá systir Margaret Mary Alacoque, sum hevði opinbera tann størsta sannleikan av øllum fyri honum. Jesus hevði gloymt ta syndina, sum hann hevði biðið um fyrigeving fyri!


Tí at eg skal verða miskunnsamur móti misgerðum teirra, og eg skal ikki longur minnast syndir teirra.  

(Heb 8,12)


Carsten Fonsdal Mikkelsen skrivaði
Torfinn Jacobsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina