Stórt konfirmantavikuskifti í Nesvík
Í sokallaða kallsbrævinum, sum allir prestar fáa, tá ið teir taka við kallinum sum prestar, verður m.a. sagt, at presturin skal boða Guds ríkis evangelium um náðina í Kristi til frelsu og at síggja til, at ungdóminum verður givin kristin upplýsing og vegleiðing.
Tí var tað hugaligt at hoyra skavið í Nesvík í morgun, tá ið prestar, hjálparfólk og ikki minst 140 konfirmantar kekkaðu inn í frálíku kørmunum í Leguhúsinum í Nesvík. Og uppaftur hugaligari er at vita, at í annaðkvøld byrjar onnur konfirmantalega við 120 konfirmantum. Alt í alt verða sostatt okkurt um 300 fólk í Leguhúsinum í vikuskiftinum.
Tað er Gerhard J. Mikkelsen, sóknarprestur, sum saman við Jákupi E. Petersen, sóknarpresti, hevur dirgentstavin í hendi:
“Undanfarin ár hava vit havt millum 250-300 konfirmantar á somu legu. Í fjør svóvu okkurt um 100 dreingir í høllini. Hetta gekk alt væl, men mettu vit kortini, at hetta var ov nógv. Eisini verður truplari at geva hvørjum einstøkum konfirmanti gætur, tá ið vit eru so nógv. Tí hava vit í ár valt at býta vikuskiftið í tvey. Fyrra legan fríggjamorgun til fyrrapart leygardag. Síðani koma vaskifólk inn, og eftir lítlari løtu byrjar onnur legan, sum varir til sunnudag seinnapart.”
Tað eru prestar, sum bæði leiga og skipa leguna. Morgunin byrjaði við at Gerhard við morgunmatarborðið bjóðaði vælkomin, sóknarprestarnir Maria S. Nolsøe og Lis Samuelsen høvdu samansjóðing og andakt og síðani var fyrsta undirvísing. Ein gylt løta, ið m.a. nam kvinnuna við Sikarsbrunn, sum útihýst av øllum, tó var boðin við av Jesusi.
Afturat prestunum eru framúrskarandi fólk, fleiri foreldur, sum taka eina hond í. Bæði tá ið tað snýr seg um at vera í køkinum, kamarsvakt, náttarvakt ella at vaska eftir leguna.
Á hesi fyrru leguni eru konfirmantar úr Suðri, Norðstreymi vestara, Sandoyar, Sjóvar, Nes og Fuglafjarðar prestagjaldi.