Stórt norðurlendskt sang- og tónleikatiltak í Kelduni
Sangur Yvir Landamørk er heitið á norðulendskum sang- og tónleikatiltakið, har sangarar og tónleikarar úr øllum norðurlondum luttaka. Hesuferð verður tiltakið hildið í Føroyum dagarnar 9.-11. mai.
Norska ferðaskrivstovan Plussreiser stendur fyri tiltakinum, ið borðreiðir við kristnum tónleiki úr øllum norðurlondum. Dagligi leiðarin í Plussreiser, Aud Halsne, greiðir frá, at tey fingu hug til at skipa fyri onkrum fyri at hátíðarhalda Kristi Himmalferðardag, tí tey sóðu, at lítið hendi hendan dagin. Tey varnaðust skjótt, at nógv fólk vildu vera við. Eftir at tiltakið hevur verið hildið fyrstu tvey árini í Vennesla í Norra, sendir ferðaskrivstovan nú 300 fólk til Føroyar.
Tí hevur ein møguleika til saman við teimum mongu ferðandi at lurta eftir ikki færri enn 24 solistum og bólkum úr øllum Norðurlondum til eina røð av konsertum í Kelduni í Skálafirði í døgunum 9.-11. mai. Íalt verða 6 konsertir – tvær hvønn dagin. Ein dagsbillett kostar 400 kr ella 250 kr. fyri eina konsert.
Millum teir norðurlendsku luttakararnar kunnu vit nevna nakrar: Emilia Lindberg og Mikael Järlestrand úr Svøríki, Synnøve Aanesen og Rett Kurs úr Noregi, Siggi Ingemars úr Íslandi, Kristoffer Streng og Stefan Janson úr Finlandi, Silje Sejergaard og Hanna Thomsen úr Danmark, Blátt Gras og Betesdakórið úr Føroyum og fleiri onnur.
Atgongumerkjasølan fer framm á billett.fo.