Stúrið ongum fyri…

Beinta Persdóttir Joensen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tað, at stúra, er ein partur av lívinum. Vit stúra um nógv ting, uttan at vit geva okkum far um tað. Vit gloyma mangan at gleðast og takka.

Kenna tit hetta, at tá ið man er mitt í onkrum, sum kennist tungt, sum tá ið man gongur til roynd, so gleðir man seg til at verða liðugur. Ella tá ið man hevur smá børn og tey ikki sova ígjøgnum, ja, so sigur man ofta “eg skal verða so glað tá ið…”. Vit útseta gleðina alla tíðina. Vit skulu vera glað eina aðru ferð. Eg hugsi ofta um, at vit renna eftir ælaboganum. Hvørja ferð vit nærkast, so hevur ælabogin flutt seg. Tá ið vit so skuldu minnast til at verða glað, ja, tá eru vit longu farin í gongd við okkurt nýtt…

Hvat er tað, sum er við til at gera, at vit, í einum so framkomnum heimi, hava so trupult við at gleðast, men at vit kanska ongantíð hava stúrt so nógv ella hava havt verri hagtøl fyri strongd, sorg, kreppu, sálarsjúkum v.m…

Tað er neyvan bara eitt einkult svar uppá hetta? Men vit hvíla ongantíð í dagsins samfelag, og vit eru “ON” alt døgnið. Er tøknin í dag við til at koyra okkum heilt av sporinum? Vit hava øll eina fartelefon í lummanum allan dagin, og um náttina liggur hon fyrst fyri, so vit eru altíð klár!

Fartelefonin er ikki bara ein telefon longur. Vit nýta hana mest sum eina teldu, har vit eru bundin av at fylgja við á alnótini alla tíðina. Man hevði nokk ikki væntað hetta fyri 10 árum síðani, at vit fóru so langt av leið, øll somul… Vit eru bundin av at vera “online”, og serliga fartelefonin hevur verið stóri syndarin – Fartelefonin, plagi eg at siga, “er noget fanden har skabt”…

Eitt orðatak sigur at: Du kan ikke hindre sorgens fugle at flyve over dit hoved, men du kan forhindre dem i at bygge rede i dit hår.

Man kundi sagt, at vit ikki kunnu avgera um “alnóta-fuglar” flúgva yvir høvdinum á okkum, men vit kunnu avgera, um teir sleppa at byggja reiður á høvdið á okkum.

Filip. 4:6
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gudi í ákallan og bøn við tøkk.

Filip. 4:7
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.

Eg filosoferi yvir hvørjir fuglar flúgva yvir mínum høvdi? Eg síggi, at tað eru fleiri sløg av fuglum, ið ynskja at byggja reiður. Kanska enntá onkur fuglur hevur havt møguleika at byggja reiður, sum eg havi valt at flyta. Men tíðarandin er við til, at tað eru nýggir, ókendir fuglar, ið eru á flog, ið eg má halda eyguni við. Tíðarandin er nakað, vit eiga at ansa eftir, tí fyri tað um ting gerast lættari og skjótari, eru tey ikki altíð við til, at gera okkum nøgdari!

Havi mangan hugsað hvat tað er, ið er við til at gera okkum nøgd? Hvat er nøgdsemi? Er tað nakað, man kann velja? Ella eru tað onnur, ið hava ábyrgdina av, at vit skulu gerast nøgd?

Søren Kierkegaard deilir okkum menniskju upp í 4 persónsmenskur.

Spídsborgarin, hjá Søren Kierkegaard, er ein, ið ikki setur spurnatekin við nakað. Hann fer upp, til arbeiðis, heim og livir hvønn dag í “autopilot”…

Æstetikeren: livir eitt lív, sum er sera impuls-stýrt. Hesin ynskir ikki at liva við, at autopiloturin stýrir, men tekur støður eftir áhuga.

Etikeren: er upptikin av, at lívið hevur nøkur val, ið man tekur, og at man eigur at standa við síni val og taka ábyrgd av sínum valum.

Religiøse: Gud er yvir øllum samfelags viðurskiftum, og eisini eru vit ein partur av nøkrum størri og hægri.

Hvar liggja vit í hesum? Kierkegaard meinar ikki, at vit skulu ígjøgnum øll hesi stig, men hann heldur, at vit kunnu hyggja eftir, hvar vit liggja sum menniskju og læra okkum sjálvi betur at kenna.

Tí at Søren Kierkegaard er kendur fyri m.a. at siga: “Det er dit valg, men det er også dit ansvar”. Hetta helt eg, tá ið eg fór at lesa filosofi, gav góða meining fyri meg, tí hetta er við til at geva mær ein aktivan leiklut í mínum lívi. Tí so kann eg venda aftur til fuglarnar, at vit ikki avgera hvørjir fuglar flúgva yvir høvdinum á okkum, men at vit kunnu avgera um teir sleppa at byggja reiður á høvdið á okkum?

Vit hava eitt val og eina ábyrgd.
So kundu vit havt hesa bøn við okkum:
Matt 6:13
Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá illum! Tí Títt er ríkið og valdið, Tín er heiðurin, í allar ævir,

Amen.