Stýrið fyri Ørkina fingið nýggjan formann
Stýrið fyri føroyska sjómansheimið, Ørkin, í Reykjavík, hevði fund mánadagin. Ymiskt var á skránni og harímillum roknskapurin fyri 2022. Farna árið gekk hampiliga væl, hóast korona órógvaði fyrstu fýra mánaðirnar. Eftir tað kom ferðavinnan nokkso skjótt fyri seg og frá mai og árið út, var nógv gisting á Ørkini. Áhugin fyri at gista á Ørkini, er so mikið stórur, at meginparturin av kømrunum eru bíløgd restina av hesum árinum. Væl av bíleggingum eru longu komnar fyri 2024. Tað er sera hugaligt, men avmarkar samstundis møguleikarnar fyri gistingum hjá teimum, sum eru sein at bíleggja kamar.
Á fundinum var eisini val til stýrið og skipan av nevndini. Jonhard Joensen, sum hevur verið formaður síðstu 7 árini, tók ikki við afturvali, og í hansara stað varð, Torleif Johannesen, valdur. Sverri Steinhólm varð valdur til næstformann fyri Johan Petur Johannesen. Seks fólk eru í nevndini.
Ørkin treingir til ymiskar ábøtur, og síðst í apríl var eitt toymi við fimm monnum úr Føroyum og skifti 19 vindeygu. Ætlanin er komandi árið at skifta restina av vindeygunum og allar hurðar, sum ganga út. Aðrar ábøtur eru eisini neyðugar og verða tær gjørdar, tá ráð og umstøður eru fyri tí.
Barbara H. Jensen, stjóri á Ørkini sigur, at tað er hugaligt at síggja, at fleiri og fleiri føroyingar gista á Ørkini, og teir eru vælkomnir. Samstundis minnir hon á, at skulu teir verða vísir í at fáa kamar, mugu teir bíleggja í góðari tíð.
Sí meiri um Ørkina á heimasíðuni: hotelorkin.is
Teldupostur: Info@hotelorkin.is tel: 00 354 5680777