Stýrini lutaðu hugskot og royndir

Á hvørjum ári møtast høvuðsstýrið og stýrini fyri missións- og meinigheitshús kring landi til fundar. Hesin fundur er vanliga í septembur. Endamálið við fundinum er m.a. at deila hugskot og geva hvørjum øðrum íblástur til arbeiðið. 

Í ár var fundurin 7. septembur í missiónshúsinum á Strondum. Pól Johannessen, trúboðari, stóð fyri fyrsta upplegginum á fundinum, tá ið hann greiddi frá sínum royndum, hvussu vit kunnu møta okkara næsta.

Pól greiddi frá ymiskum royndum, sum hann hevur gjørt sær gjøgnum árini m.a. við møtum serliga í smábygdum. Nøkur av tiltøkunum hava verið gekkamøtir, takkarmøtir og fjallatúrar. Alt hetta gevur møguleika til góða samveru uttan at slaka uppá tann andaliga boðskapin. 

– Um tú skalt hava samband við mennskju, so er tað umráðandi at vera áhugaður í teimum og teirra lívi. Tá ið vit møta menniskjum, er umráðandi, at vit vísa áhuga fyri teimum, at vit lurta og spyrja inn til teirra lív, segði Pól Johannessen.

Fleiri av teimum, sum vóru tilstaðar, greiddu eisini frá sínum upplivingum og royndum m.a. á arbeiðsplássinum, har tey høvdu fingið eitt gott prát við viðskiftafólk og starvsfelagar, við einans at geva sær tíð at lurta eftir teimum.

LES EISINI  Stýrið skipað seg

Nú byrjar Háskúlin í Nesvik

Bergur Debes Joensen, formaður í háskúlastýrinum, greiddi frá arbeiðnum við Háskúlanum í Nesvík.

At byggja skúlar hevur ligið kirkjuni á hjarta upp ígjøgnum allar tíðir. At hava ein bíbliuskúla ella háskúla er eisini ein gamal tanki í Heimamissiónini. 


Jóhannus Mikkelsen vísti heimasíðuna hjá háskúlanum fram og segði, at har ber til at lesa meira um ymisku skeiðini og at melda seg til.

Bergur undirstrikaði, at øll Heimamissiónin eigur Háskúlan. Høvuðsstýrið hevur valt tey 9, sum manna skúlastýrið. Fyri at háskúlin skal eydnast, so er umráðandi, at fólkini í Heimamissiónini ogna sær háskúlan og síggja møguleikarnar við honum.

Eitt ark við ymiskum spurningum varð býtt út til fólkini runt borðið, soleiðis at allir stýrislimirnir  kundu koma við sínum tankum og viðmerkingum til skeið og innihald á Háskúlanum. 

Bergur Debes Joensen undirstrikaði, at øll Heimamissiónin eigur Háskúlan.

Jákup E. Petersen tók samanum og høvið varð givið at koma við spurningum og viðmerkingum.

Summarið í Heimamissiónini

Fundurin endaði við tveimum punktum um summartiltøk hjá Heimamissiónini. 

Fyrra punktið var um summarlegurnar. Í nógv ár hevur skipanin við summarlegum verið tann, at bygdirnar hava skiftst um at hava ábyrgd. Fyrimunurin við hesum er, at tað er lætt at skipa legurnar og ábyrgdin er greitt býtt út. Spurt varð, hvørjir fyrimunir og vansar kundu verið við at skipa legurnar øðrvísi, soleiðis at tað ikki longur eru tær einstøku bygdirnar, sum hava ábyrgdina av legunum annaðhvørt ár?

LES EISINI  Gott at møta stýrislimum úr øllum landinum

Fundarfólkið sá bæði fyrimunir og vansar við skipanini, sum hon er í løtuni. Tá ið tað riggar, so kann hetta vera við til at styrkja lokala arbeiðið. Men, virðismiklar royndir kunnu eisini fara fyri skeyti, tá ið fólk einans skipa fyri legum annaðhvørt ár. Um tað ikki liggur fyri at vera við til eina legu eitt ár, so eru fýra ár ímillum, at man hevur verið leiðari á eini legu. Hetta ger, at tað eru nógvar praktiskar avbjóðingar, sum skulu endurhugsast, tí royndirnar ikki eru til staðar. Í hesum sambandi varð nevnt, at ein leiðarahandbók er gjørt til legurnar, sum leiðararnir kunnu stuðla seg til.

Prátið, sum gekk lystiliga í ein hálvan tíma, førdi ikki til nakra ávísa niðurstøðu, men tey nógvu hugskotini og viðmerkingarnar eru nú partur av framtíðar arbeiðnum við summarlegunum.

Síðsta punkt á skránni var uppskot um felags summarmøtir og tiltøk fyri bønhús, missións- og meinigheitshús.

Jákup Brúsá legði hetta málið fram, sum stýrið í Meinigheitshúsinum í Havn hevði umrøtt.

LES EISINI  Fokus á relatiónir og samstarv

Tað er ymiskt, hvussu arbeiðini eru stillaði við fólki. Tí kom tankin fram, um arbeiðini kundu skiftst um at skipa fyri møtum ígjøgnum summarið og staðið saman um hesi møti. Hetta kann vera nakað, sum kann samansjóða og møguliga avlasta arbeiðini kring landið. Hetta kundi møguliga verið gjørt við at seta eitt stórt tjald upp onkrastaðni, havt møti har og møguliga grilla áðrenn ella aftaná møtið.

Í prátinum aftaná kom fram, at serliga stýrini í teimum smærru arbeiðunum vóru spent uppá hetta hugskotið. Har eru tað ikki altíð so nógv, sum koma á møti um summarið. Fleiri støð fara eisini lutvíst ella púra í summarferiu, og tá eru ongi møti.

Árligi fundurin við stýrini verður aftur 6. september 2023. Men longu vikuskiftið 4. til 6. mai verður Leiðsluráðstevna i Nesvík, har stýrini aftur møtast til góða undirvísing og góðan felagsskap. Skráin fyri ráðstevnuna er ikki fastløgd enn, men so skjótt sum nakað nýtt er, so  verður meira at frætta her á Trúboðanum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina