Stýrislimir bjóðaðir á fund  

Mikudagin 7. september verður skipað fyri árliga fundinum við stýrini. Fundurin er fyri allar stýrislimir. Tað er Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina, sum á hvørjum ári bjóðar stýrislimum til hetta óformliga kvøldið. 

Yvirskipaða endamálið við kvøldinum er at styrkja sambandið millum felagsarbeiðið og arbeiðini í missións- og meinigheitshúsum kring landið. 

Á skránni fyri fundin eru tvey týdningarmikil og spennandi mál: Pól Johannesen hevur upplegg um, hvussu vit møta menniskjum, og vit skulu práta um Háskúlin í Nesvík – okkara háskúli. 

Í innbjóðingini er møguleiki givin stýrunum at koma við punktum, sum tey vilja hava á skrá. 

Fundurin verður í missiónshúsinum á Strondum.   

Fundurin byrjar kl. 17 og endar uml. kl. 20.45, soleiðis at tað ber til at sleppa suður aftur við Smyrli og Teistanum. Av tí at døgurði verður, er neyðugt at stýrini boða frá luttøku, og hvussu nógv vera við á fundinum. Hetta verður gjørt við at senda teldupost til aðalskrivaran, Andrias Magnussen – andrias@mission.fo 

LES EISINI  Tveir merkisdagar í somu viku
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina