Summarið nærkast

Summarið nærkast – og harvið summarfrítíðin. Ymiskt er, hvussu við nýta summarfrítíðina. Nógv fara at ferðast og ynskja at hava eina góða bók við at lesa á ferðini.

Netbókahandilin manna.fo hevur nógvar góðar bøkur. Vit gera alt fyri at fáa bøkurnar sendar so skjótt, sum til ber.

Hygg t.d. eftir hesum:

På flugt                          

kr 95,00

Milliónir av menniskjum flýggja frá húsi og heimi í Miðeystri. Mong teirra eru kristin. Tey verða rikin burtur úr økjunum, har kristindómsins vøgga stóð. Kirkjunnar røtur verða skræddar upp við rót.

“Bókin ger okkum nógv klókari um tað kríggj og tær forfylgingar, sum hava verið og framvegis eru í og kring Sýria og Irak. Men fyrst og fremst situr lesarin eftir við einum hjarta, fyltum av samkenslu. Ein verður ikki tann sami eftir at hava lisið bókina”.
                                                                                                Steen Skovsgaard, biskupur

Rithøvundur: Kari Fure

Forfulgt i Iran                            

kr 250

Maryam og Marziyeh vistu, at tær settu lívið í váða. Hóast islamisk lóg bannaði teimum at tosa við onnur um sína trúgv, eydnaðist tað teimum gjøgnum trý ár at býta 20.000 eintøk av Nýggja Testamenti út í Iran. Tær stovnaðu tvær húskirkjur, har onnur var fyri skøkjur – hjá nógvum av kvinnunum var hjúnafelagin rýmdur, og tær høvdu ongan annan hátt at forsyrgja sær og børnum sínum enn við skøkjulevnaði. Mangar ferðir vóru Maryam og Marziyeh so nær við at verða tiknar og fongslaðar, at tær kendu tað sum eina guddómliga verju, at tær framvegis vóru fríar.

Men í 2009 varð liðugt: Tær báðar ungu kvinnurnar vórðu tiknar og settar í illa gitnað Evin-fongslið í Teheran, har píning og avrættingar eru gerandiskostur. Hóast tær vóru fyri ógvisligum avhoyringum, ágangi og hóttanum um deyðarevsing, lótu tær báðar kvinnurnar ikki óttan vinna á sær, men gjørdu av at boða sína kristnu trúgv í fongslinum.

LES EISINI  Bókin hesa vikuna: "De fortabte sønners Gud"

Í bókini greiða tær frá søguni um, hvussu Gud teir 259 dagarnar, tær sótu í fongslinum, brúkti tær til at lata ljós sítt skína í einum av heimsins myrkastu støðum og geva vón til menniskju, sum høvdu mist alt.

Rithøvundar: Maryam Rostampour & Marziyeh Amirizadeh

Du dækker bord for mig – ein gjøgnumgongd av Sálmi 23

Kr 250,00

Helle Warming hevur skrivað bókina, sum er prýdd við málningum eftir Sieger Køder og Helle Noer.
Bókin er ein gjøgnumgongd av 23. sálmi í Gamla Testmenti, ein gongd í teimum myrku dølunum í okkara lívi.
Við eygunum og trúarinnar eygum kunnu vit gera ymsar uppdagingar í málningunum í bókini. Høvundurin bjóðar okkum opið og erliga við á nakrar av ferðunum, hon sjálv hevur gingið í lívsins dølum. Hon hevur kent, at Heilagi Andin kann tala til hennara, tá hon til dømis ímyndar sær bíbilskar tekstir.
Royndirnar eru persónligar, men hennara umhugsan kann geva okkum øðrum dirvi at gera tað sama. Og so taka tekstur og myndir okkum við á eina innihaldsríka ferð gjøgnum Sálma 23 og boðskap hansara um Guds nærveru og umsorgan í teimum myrku dølunum.

Rithøvundur: Helle Warming

I frafaldets tid – kr 180,00

“I frafaldets tid” er ein skaldsøga, sum lýsir lívið í eini meinigheit. Bókin varð skrivað í 1942, men hon hevur ein sera aktuellan boðskap.

Meinigheitin, sum verður nevnd “Guds samfund”, er ein stór meinigheit í einari norskari bygd tíðliga í 20. øld, men tað kundi líka so væl verið eitt missiónshús ella ein frímeinigheit í Føroyum. Tað er ein vælskipað meinigheit, sum dregur nógv fólk til sín. Tað er tann størsta meinigheitin í bygdini; hon er vird millum fólk, hon hevur eitt vælsyngjandi kór og ein dugnaligan prest, sum dugir væl at skipa arbeiðið. Av og á eru vekingarmøti í meinigheitini, og at síggja til verða fólk frelst.

LES EISINI  Gamalt gull í nýggjari innpakking

Í bókini hoyra vit um bátasmiðin Johannes, sum setir spurnartekin við støðuna í meinigheitini. Hann spyr meinigheitina frá talarastólinum, um tey hava pláss fyri Jesusi, tá ið hann stendur og bankar. Vit hoyra um, hvussu hesin boðskapurin verður móttikin í meinigheitini, og vit hoyra um, hvussu væl alt verðsligt trívist í henni. Vit hoyra um, at ein boðskapur verður boðaður, har Gud er hjálpari, har hann eigur at vera harri. Men vit hoyra eisini um, at meinigheitin fær at hoyra tann sanna boðskapin, at tey mugu verða fødd av nýggjum.

Søgugongdin í bókini, sum í síni fyrstu útgávu æt “Vore lamper slukkes”, vísir støðugt til frásøgnina um tær tíggju moyggjarnar, tá ið hon greiðir frá teimum hygnu og óhygnu í kristnu meinigheitini, og samstundis vísir hon á ta góðu læruna og ta villleiðandi læruna.

Bókin er skrivað í einum løttum og fangandi máli, og tað ger, at tú fært ilt við at sleppa bókini, áðrenn hon er liðugt lisin, tí um somu tíð sigur hon eina góða søgu og setir spurningar, sum altíð eru aktuellir í einari kristnari meinigheit. Spurningar, har tú sum lesari hugsar, hvar tú ert. Stendur Jesus og bankar, ella er hann komin inn?

LES EISINI  Nýggj bók eftir John Lennox á føroyskum

Er bókin so viðkomandi í dag? Ja. Boðskapurin í henni er viðkomandi til eina og hvørja tíð í eini kristnari meinigheit. Vit hava lætt við at minka um týdningin av Guds orði, soleiðis at fólk kunnu taka undir við tí. Bókin minnir á, at Guds orð stendur fast, og at kristin fólk mugu standa fast við tað, hóast tað kann vera trupult.

Bókin hevur ein boðskap, sum ger, at hon er verd at lesa.

Hans Erik Hansen

Rithøvundur: J.F. Løvgren

Om det så skulle koste mig livet   – kr 95,00

Margaretha Sturesson er mamma til fýra, væl lærd, virkisfús og ágrýtin, tá ið hon og familja hennara gerast limir í Kristent Center Syd í Höör í Svøríki. Fjúrtan ár seinni verður hon innløgd á psykiatrisku deild eftir eina blóðuga sjálvmorðsroynd.

Rithøvundur: Margaretha Sturesson

Lille bog om nådegaver – kr 100,00

Ein náðigáva er ein tænasta fyri og í meinigheitini, sum er givin og virkað av Heilaga Andanum. Hesa niðurstøðu kemur høvundurin til í hesi lítlu bók, har hann stutt og greitt greiðir frá, hvat stendur um náðigávur í Nýggja Testamenti.

Sum høvundurin sjálvur sigur: “Eg havi lagt dent á at skriva stutt, so lætt er at fáa innlit í innihaldið. Bókin er løtt at leita í, um ein bara hevur áhuga í einum einstøkum sjónarmiði um náðigávurnar ella í eini einstakari náðigávu. Tí kann hon lesast bæði frammanífrá og aftanífrá, og hon kann eisini nýtast sum handbók”.

Hon er eitt “must-have” fyri tann, sum er áhugaður í Bíbliunnar læru um náðigávur, og hvussu tær virka í lívi hins einstaka og í meinigheitini.

Rithøvundur: Torben Kjær

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina