Sunnudag má eg bara í kirkju


Sands kirkja: – Eg føli meg altíð væl at koma higar til gudstænastu.
Orðini eigur 88 ára gamla Ásla Klementsen heiman av Sandi, og sum illa dugir at ímynda sær ein sunnudag, uttan at hava verið í kirkju.

Ásla er upprunaliga ættað úr Kunoy, men var gift suður higar. Og her á Sandi hevur hon búð síðani í 1974. ”Tja, tað eru eftirhondini nøkur ár síðani”, sum hon tekur til.
Í heimbygd hennara var hon von at ganga í kirkju. Hetta helt hon fram við, tá hon flutti suður til Sands.

– Eg eri góð við hesa kirkjuna á Sandi. Hon er bæði snøgg, hugnalig og pen. Men eg vil tó siga, at eg eri allarbest við Kunoyar kirkju, slær hon fast.
– Hon stendur mínum hjarta nær, enn tann dag í dag. Ja, tað ger faktist okkurt við meg, tá eg síggi eina gudstænastu úr Kunoyar kirkju í Kringvarpinum.

Altíð í kirkju

Fyri Áslu er í dag eingin ivi um, hvat ein sunnudagur hevur sum endamál: Hetta er dagurin, tá man fer í kirkju.
– Ja, eg skal siga akkurát sum tað er, – at eg havi altíð gingið í kirkju, eisini tá eg var smágenta, greiðir hon frá.

Ásla er sum nevnt uppvaksin í Kunoy. Har stendur kirkjan so vøkur oman móti bakkanum, og tað hevur hon gjørt síðani hon var vígd í 1867.

Nevnast kann í hesum sambandi, at vit hava havt eina greinarøð her á heimasíðuni, har vit fingu eitt betri innlit í kirkjulívið í Kunoy.

– Nú má eg kortini skunda mær at leggja aftrat, sigur hon brosandi, – at eg tímdi sera illa at ganga í kirkju, tá eg var barn. Tað er so púra vist.

– Eg sat tó altíð pinnastill har mitt millum ommu og abba í kirkjuni: Omman sat vinstrumegin og abbi mín høgrumegin. Men so vóru tað aðrir dagar, har eg kundi vera eitt sindur meiri óstill, saman við abba.

Í dag kann ein í øllum førum staðfesta, at hon hevur verið íðin kirkjugangari gjøgnum lívið.

LES EISINI  Tey venda ikki hin vangan til

Manglar í

Henda sunnudagin 9. oktober var Ásla enn einaferð farin frá húsum, nakað undan at kirkjuklokkan ringdi inn til gudstænastu á Sandi.

At hon ger tað sunnudag eftir sunnudag er orsakað av einum einasta: Her følir hon seg væl, tí her er gott at koma saman við øllum hinum til gudstænastu.

– Ja, eg vil bara siga, at tað er ikki veruligur sunnudagur, um eg ikki havi verið í kirkju, sigur 88 ára gamla kvinnan, sum altso verður 89 í næsta mánaði. 
– Um eg ikki havi verið í kirkju, ja, so er tað líkasum at okkurt manglar í hjá mær.

Ásla útdýpar hetta eitt sindur, og slær fast, at sunnudagurin er ein heiligdagur og hvíludagur.
– Tað er altíð gott at kunna seta seg niður her í kirkjuni, ella at lurta heima við hús at hoyra tað, sum verður boðað henda serstaka dagin í vikuni.

Hoyra orðið

Teksturin henda sunnudagin var úr Matteus kapitul 2, og ørindini 14 til 22, har sagt verður frá, tá Jesus kallaði Levi, sum sat í tollbúð síni.

Sóknarprestur teirra, Havstein Klein, var hann sum prædikaði, og sum haraftrat hevði altargongd og barnadóp henda dagin.

Men tað er so, sum Paulus skrivar í Rómverjabrævinum, at trúgvin kemur av tí sum verður hoyrt. Hetta er eisini galdandi fyri eina gudstænastu í Sands kirkju ein illveðursdag í oktober 2022.

Ásla hevði enn einaferð leitað sær í sína kirkju henda dagin, hóast stormurin leikaði í uttanfyri um morgunin.

– Eg havi bara ein trupulleika, tá eg eri her, og tað er, at eg ikki altíð hoyri so væl, hvat Havstein sigur. Hann er heldur lágmæltur fyri meg.

– Tí hevði verið gott, um man fekk onkrar hátalarar í kirkjuna, soleiðis at vit øll kundu hoyrt tað, sum hann sigur í sínari prædiku, sigur hon at enda.

LES EISINI  Harrin er ikki liðugur við teg enn ...

Kelda: www.folkakirkjan.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina