Sunnudagin 1. mars byrjar missiónsvikan á Glyvrum
Komandi sunnudag verður missiónsvikan á Glyvrum sett í gongd. Missiónsvikan byrjar við einum familjumøti klokkan 17.00. Missiónsvikan heldur fram alla vikuna við einari sera spennandi skrá millum annað sangmøti, pizzamøti, føstugudstænasta umframt kirkjugongd og møti. Evnið fyri missiónsvikuna er “Hví Jesus?”.
Mánadagin fyllir húsið 45 ár. Í tí sambandi verður døgurði og Kári P. Højgaard fer at greiða frá onkrun, ið hann minnist í samband við missiónina á Glyvrum.
Bønarløta verður 45 minuttir áðrenn tiltøkini, og tiltøkini verða umsett til enskt.
Sí skránna fyri vikuna niðanfyri: