Sunnukvøldið hátíðarhalda strandingar 100 ára dagin fyri missiónsarbeiðnum

Á møtinum í Missiónshúsinum á Strondum sunnukvøldið klokkan 18 verður gjørt fitt burturúr, at tað í ár eru 100 ár, síðani missiónsarbeiði byrjaði í bygdini. Tað verður gjørt við eini øðrvísi skrá við millum annað kórsangi og brotum úr missiónssøguni í orðum og myndum.

Fyri kortum hátíðarhildu tey í Rituvík, at missiónsarbeiðið í bygdini hevur eina heila øld á baki, og nú er túrurin komin til Strendur. Tað kann onkuntíð vera eitt sindur av detektivarbeiði at finna útav, júst nær missiónsarbeiðið í eini bygd byrjaði, tí ofta eru skrivligu keldurnar ikki so nógvar allarfyrstu tíðina. Hóast Rituvík og Strendur eru ymiskar, er felags fyri báðar bygdirnar tó, at arbeiðið byrjaði í 1919, at missiónshús kom miðskeiðis í 30’árunum, og at nýtt missiónshús antin er í gerð ella júst er tikið í nýtslu.

Fyrstu spírarnir og fyrstu áratíggjuni

Fyrsti spírin til missiónsarbeiðið á Strondum var tann blaðunga strandagentan Súsanna Danielsen, Sanna í Stovugerði. Hon hevði verið sjúk eitt skifti í Havn, og har var hon komin í samband við kristiliga arbeiðið, sum varð gjørt millum kvinnurnar í KFUK. 18 ára gamla Sanna tók við trúgv, og heimafturkomin til Strendur fer hon at savna kvinnur saman og hava kvinnumøtir.

LES EISINI  Brot úr missiónssøguni í Rituvík

Annar spírin var blákrossrørslan. Blái Krossur hevur havt ein týðandi leiklut á Strondum frá byrjan, og Blái Krossur og Heimamissiónin hava altið gingið hond í hond. Tað er helst ikki uttan orsøk, at blákrossarbeiðið var so virkið. Tað var eitt øgiligt drekkarí millum fólkið tá í tíðini, og nógv heim vóru rakt av ótolandi umstøðum, bæði í Føroyum sum heild og á Strondum.

Triði spírin er Thomas Thomsen, Tummas í Geilini. Hann varð umvendur umborð á skipi, og heimkomin byrjaði hann at halda møtir í skúlanum. Onkuntíð fekk hann hjálp frá presti og øðrum leikfólki; eitt nú komu menn av Toftum yvirum at halda møti.

Møtini vóru hildin í skúlanum, og myndugleikarnir vístu stóra vælvild. Men so við og við gjørdist skúlastovan ov lítil, og tankin spretti um at fara at byggja eitt missiónshús. Fólk tóku undir við hesi ætlan, og so varð farið til verka. Missiónhúsið varð vígt á heysti í 1936.

LES EISINI  Effata

Hátíðarmøtið

Flestum kunnugt varð nýtt snotuligt og nútíðarhóskandi missiónshús tikið í nýtslu í februar í fjør, og tað verður karmur um føðingardagshaldið sunnukvøldið 17. november klokkan 18.

Á skránni verður millum annað andakt og felagssangur, og kórið Effata syngur. Í sambandi við dagin verður eisini steðgað við brot úr missiónssøguni á Strondum, og myndir verða at síggja frá teimum ymisku tíðarskeiðunum. Eftir møtið bjóðar stýrið okkurt leskiligt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina