Syndanna fyrigeving farin av móta?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Miðdepilin í kristnari boðan er syndanna fyrigeving. Eitt nú í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er ein av játtanunum hjá luthersku kirkjunum runt heimin, har tað millum annað stendur soleiðis: ”…tey verða rættvísgjørd við trúnni fyri einki, tá ið tey trúgva, at tey verða náðað og fáa syndanna fyrigeving fyri Krists skuld, sum við deyða sínum gjørdi fulnað fyri syndir okkara”.

Men er syndanna fyrigeving farin av móta? Leif Andersen viðger hetta í nýggju bók síni ”Kroppen og Ånden”, sum er ein innleiðsla í sálarrøkt og sigur, at: “Fólk í dag leita ikki eftir einum náðigum Gudi, men eftir einum góðkennandi og viðurkennandi Gudi”.

Er ein orsøk til hetta tað, vit kunnu kalla ‘uppnáingarsamfelagið’? Har vit mugu gera nakað fyri at vera nakað? Har okkara virði er treytað av okkara dugnaskapi? Kanst tú ikki ofta fanga teg sjálvan í at javnmeta teg við onnur? Onkursvegna ynskir tú bara ikki at vera aftast. Ella at fella heilt uttanfyri, eitt nú at missa arbeiðið. Tað vildi verið skomm.

Og skommin er júst tað, sum Andersen meinar, at menniskju í dag stríðast einamest við. Tað er ikki at hava gjørt okkurt galið, men at tað er okkurt galið við mær. Tað snýr seg um persónin og ikki gerðirnar. Vit spyrja jú ofta “hvat gert tú?” heldur enn “hvør ert tú?” Og nógv hava torført at hoyra tey loysandi orðini um syndanna fyrigeving, tí skommin stendur í vegin.

Eitt tað størsta poppnavnið í 1980- og 90-unum, Madonna, var sera opin í eini grein um sínar kenslur. Hon segði, at tá ið hon fekk eitt viðurkennandi ummæli kendist tað, sum var hon á toppinum. Men morgunin eftir visti hon, at hon ikki kundi noyðast við gjárdagsins eydnu. Hon mátti aftur í gongd við at prógva sítt virði.

Man hvaðan kemur skommin og longsulin eftir viðurkenning?

Í kristnu skapanarsøguni er eingin skomm at hóma millum Gud og menniskju. Tey vóru nakin, men skammaðust ikki – inntil brotið á Guds boð kom inní myndina. Grundleggjandi kann sigast, at sonn skomm kemur sum fylgja av syndini.

Spurningurin er, um ikki vegurin til at grøða skomm gongur ígjøgnum fyrigeving av synd. At menniskjans djúpasti trupulleiki ikki er skomm, men synd, tí syndin skilir okkum frá Gudi. Og eins og Madonna ikki kundi brúka gjárdagsins viðurkenning, so hava vit øll tørv á eini ómissandi viðurkenning, sum ikki er treytað, men treytaleys!

Hesum viðvíkjandi er gleðiboðskapurin dupultur. Sum ein sálmur sigur tað: “Tú tók vára skuld (synd) og bar vára skomm”. Avklæddur og spottaður hekk Jesus á krossinum, men tað var ikki av síni egnu synd, tí hann var syndafríur og ikki av egnari skomm, tí hann var fullkomin. Jesus bar tína synd og tína skomm á krossinum. Gud gjørdi Jesus til synd, so hann kann fyrigeva tína. Hann gjørdi Jesus til skomm, so hann kann viðurkenna teg. Jesus bleiv nakin, so tú kanst verða klødd og klæddur í hansara fullkomuleika. Hvíl í Jesusi, so hevur tú syndanna fyrigeving og fullkomna viðurkenning hvønn dag!

Jákup E. Petersen, Keypmannahavn