Syng saman við Bláum Grasi í Leirvík
Leygarkvøldið 30. mars verður eitt øðrvísi tiltak í Leirvíkar missiónshúsi. Talan er um eitt sangkvøld, har bólkurin Blátt Gras leiðir fjøldina í felagssanginum.
– Vit sótu og tosaðu um, um vit ikki skuldu fara at gera okkurt serligt við einum sangkvøldi, og tað er skjótt frá hugskoti til handling, siga Eilin og Eyðun Andreasen, sum hava tikið stig til tiltakið.
– Hvat kann vera betur enn at syngja og lovprísa tí besta, sum vit eiga, Jesusi Kristi? Vit hava valt nakrar góðar andligar sangir, sum øll duga og kunna syngja við, og vit hava eisini tikið nakrar ungdómssangir við, so tað verður blandað eitt sindur, siga tey.
Umframt at leiða felagssangin syngur og spælir Blátt Gras eisini nakrar sangir. Teir hava fyri kortum útgivið sína aðru fløgu, og eins og við fyrru fløguni eru fólk skjótt at taka lætta tónleikin til sín.
Tað verður tó ikki bara sangur á skránni. Elsa Østergaard hevur andakt, og skipað verður eisini fyri barnaansing. Omaná bjóða tey ein góðan duss.
Tiltakið verður sum sagt í Leirvíkar missiónshúsi leygarkvøldið 30. mars, og byrjað verður kl. 19:30. Tiltakið er ókeypis, men høvi verður tó at lata eina gávu.