Syngur við á brúnni​

-Mær hevur dámt væl at sungið alt frá barni av, so, hevði eg verið heimamaður, so hevði eg óivað sungið í onkrum kóri. Eg syngi tó mest fyri meg sjálvan, og nú er tað mest, tá eg siti einsamallur á brúnni á Stelki.

Tað sigur Eyðfinn Johansen, skipari, á Stelki, sum samtrolar við Bak.

-Einaferð sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, hevði hann blaðið, Trúboðan, við. Tá stóð ein grein í blaðnum, sum segði, at nú kundu fólk ókeypis taka eina app niður á telefonina við allari sálmabókini á. Tað gjørdi eg og havi verið glaður fyri hana og havi nýtt hana.
Eri eg á brúnni, tá morgunlesturin í KVF verður sendur, ja, so syngi eg aftur við sálmunum. Annaðhvørt syngi eg úr sálmabókini, sum liggur á brúnni ella fari eg inn á telefonina og inn á sálmabókaappina og syngi við av telefonini. Tað snilda við telefonappini, er, at eg kann gera tekstin størri og so kann eg eisini hoyra lagið til sálmarnar, sum eisini liggur inni á appini,- sigur hann.

LES EISINI  Ein heilsan, nú vit júst hava stigið inn í eitt nýtt ár, 2022.

– Eg veit ikki, um fleiri gera brúk av sálmabókaappini, men hetta er ein góður møguleiki, sum tey flestu hava, tí nógv hava snildtelefonir. Sangir og sálmar hava jaligan og stimbrandi ávirkan á fólk, bæði andaliga og handaliga, sigur Eyðfinn Johansen.

Appin eitur: Sálmabók føroya kirkju. Hon sæst eisini inni á heimasíðuni: www.kirkjan.fo

Slóð til sálmabókina á App Store

Slóð til sálmabókina á Google Play

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina