Tá ið ongin sannleiki er longur

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Eg leggi síðuna niður og hyggi mótfallin burtur frá telduni. Okkurt innan í mær orkar ikki ordiliga at blíva við at lesa. Tað hendur oftari og oftari, at eg kenni tað soleiðis. Eg fái eina sovorðna møði, tá eg siti og lesi um alt tað, sum rørir seg í heiminum.

Har er hvørki høvd ella hali á tí. Ongin samanhangur. Ongar avleiðingar. Tað kennist tilvildarligt og óálítandi.

Ongantíð hevur umhvørvið verið sett meira í miðdepilin. Nógv menniskju tosa um ótta fyri umhvørvinum og stuðla framtøkum, so sum umhvørvisverkføllum og burðardyggum vørum. Men meðan vit sita og eta burðardyggan fisk við vistfrøðiligum eplum afturvið, bíleggja vit eina vánaliga vøru fyri og aðra eftir frá kinesisku fyritøkuni TEMU, sum hvønn einasta dag sproytar bíligt plast og klæðir yvir Evropa. Eftir tað, reisa vit okkum og seta okkum út í bilin, bara fyri at koyra nakrar fáar hundrað metrar gjøgnum bygdina til eitt stað, har vit kunnu gjalda fyri at renna á eini maskinu. Alt hatta við náttúru er betri, tá vit síggja tað gjøgnum vindeygað. Hugsa tær, um mann bleiv vátur ella okkurt sovorðið.

Vit vilja eisini gjarna varðveita føroysku mentanina, men vit flyta inn arbeiðsmegi (og hjúnafelagar) úr útlondum, sum aldrin áður hava ávirka okkara mentan. Samstundis minkar barnatalið, uttan at nakar torir at byrja kjakið um, hvørt vit, sum kunnu, hava eina samfelagsliga ábyrgd sjálvi at gera børnini. Men nei. Tað er jú eyðsæð ein hóttan móti tí kvinnuliga at verða mamma, og tí er tað betri at kjakast um fría fosturtøku, enn at brúka tíð upp á at finna út av, hvussu mann kann hjálpa barnafamiljum at fjølgast og trívast.

Í Danmark er Copenhagen Pride blivin umboð fyri eitt palestinskt ríki, har tað er púra greitt, at seksuellir minnilutar kunnu verða fongslaðir og píndir. Ung lesandi í øllum vesturheiminum hugsa, at tann besti mátin at varðveita fólkaræðið og tryggja eini fordómaleysari samrøðu er við at forða fólkavaldum politikkarum í at tosa. Tankin um margfeldi og inklusjón syngur síðsta vers. Í staðin fyri verða fólk og feløg útihýst og boykottað fyri at siga ella gera nakað, sum verður sætt sum stoytandi. Tey, sum rópa harðast um at vera innbjóðandi, vístu seg eisini at vera tey, sum vistu minst um hvat tað í roynd og veru merkti.

LES EISINI  Ungar gentur í vesturheiminum stríðast sálarliga

Tað er blivið eitt verri skil í verðini. Eingin sannleiki kann brúkast sum moralskt kumpass longur. Tey flestu reka fyri vág og vind.

Ikki loyvt at siga nei

Men tað er eisini trupult at halda fast í nøkrum sannleika, tá mann ikki kann siga øðrum ímóti. Ein av teimum mest umráðandi grundreglunum, øll noyðast at liva eftir, er júst ábyrgdin at siga ja uttan at finnast at nøkrum, og helst eisini virki at stuðla teirra dagskrá. Byrjanarstøðið er, at øll hava líka rætt, og hvat er rætt og skeivt má tí metast um frá ferð til ferð í einstøku støðuni, uttan at mann byrjar at hugsa ov nógv um yvirskipaðu heildina og tær grundreglur, mann sjálvur hevur.

Sannleikin handlar ikki um fakta, men um kenslur. Sannleikin er tað, tú velur, at hann skal vera. Um tú følir, at tað er gott fyri teg at keypa klæðir úr Kina við ivasamari góðsku, so er tað bæði rætt og gott, og tað skal ongin annar seta spurnartekin við. Um tú heldur, at tað er umráðandi at gera nakað fyri umhvørvið, er tað eisini rætt og gott, og um tú heldur, at bæði tvey eru góð fyri teg, so er tað eisini rætt og gott. Sannleikin er gjørdur til nakað persónligt, so bert tú kanst siga, hvat er rætt og skeivt fyri teg, og tú ert meira enn vælkomin at skapa eina sannføring, sum ikki gevur meining hjá øðrum enn tær sjálvum.

LES EISINI  Í einum sjónarmiði mistók Jenis seg nokk 

Og tá mann ikki noyðist at hugsa í heildarloysnum, kann sjálvt LGBTQ jú eisini standa fyri einum frælsum palestinskum ríki. Hugsanin er jú so einføld, at mann sjálvandi skal stuðla ynskjunum hjá einum øðrum minniluta. Bert palestinarnir sjálvir kunnu siga, hvat er gott fyri teir. Av onkrari orsøk er ongin, sum kjakast um hvørki kvinnurættindi ella samkynd sambond í Palestina. Ongin vil taka sær rættin, at vera reglubundin í sínum sjónarmiðum.

Dreymar, tankar og kenslur vinna á vísindini. X og Y kromosom missa týdning, og verða skift út við “tað upplivda kynið”. So kann mann identifisera seg sum tað, mann hevur hug til. Bert mínar egnu kenslur kunnu siga mær, hvat er rætt fyri meg.

Tað er onki løgið, at tað unga ættarliðið hevur ótta og strongd. Onki er at halda fast í. Ongin alfevndur sannleiki, mann kann brúka sum leiðreglu. Kenslustormarnir kasta teg higar og hagar sum ein smáfugl í vindinum, og tú fert at uppliva, at stormurin lættliga slær teg djúpt inn í ein tornarunn.

Ein sum eg

Men so er tað jú eisini ein sovorðin sum eg. Eg eri eitt sindur gamaldags og ein av teimum, sum skjótt verður burtur vístur. Eg eri eitt livandi prógv uppá, at innbjóðingin eisini hevur síni mørk. Tað er helst tí, eg blívi eitt sindur móður, tá eg lesi tíðindini.

Eg havi eina djúpa og, fyri menniskjum, óskiljandi sannføring um, at ein alfevndur sannleiki er til, sum er galdandi fyri øll menniskju í øllum tíðum; at har er nakað, ið er størri enn eg, sum eg kann brúka sum leiðreglu fyri, hvussu eg skal royna at liva mítt lív. At tað er satt, at vegurin, sannleikin og lívið er til við sínum mest avgjørda sniði. Og í júst tí liggur mín vón, tá eg royni at finna leiðina gjøgnum eina verð fullari av sjálvmótsøgnum.

Mín sannføringin er so djúp, at eg eri noyddur at vera henni trúgvur. Eg kann ikki liva við hesum sjálvmótsøgnum, sum annars eyðkenna verðina. Tá ljósið tendrar, noyðist eg at taka støðu til óruddið, sum ljósið avdúkar. Alt annað er ikki bara kávalæti. Tað er beinleiðis býtt.

LES EISINI  Poddvarp: Er Fólkakirkjan í einari kreppu?

Tíbetur er tað ikki bert órudd, sum ljósið avdúkar. Tað vísir seg eisini, at har er ein, sum einsamallur hevur tikið ábyrgdina av ruddingini, og nú biður hann meg um at fara tann vegin, sum hann hevur ætlað mær. Eg eri glaður fyri, at hann hitti meg, tí hann hevur verið mær ein góður vinur og leiðbeinari alt lívið.

Eg veit, at hann eisini er klárur at avdúka sannleikan fyri tær og hjálpa tær at flætta hann inn í títt lív. At hann langt síðan hevur hugsað ætlanir fyri teg. Tað eru ætlanir um eydnu, framtíð og vón, sum skulu leiða teg gjøgnum bæði lívið og deyðan og inn í ævinleikan.

Men prísurin, her og nú, kann onkuntíð vera, at mann verður útihýstur av teimum, sum siga seg vera innbjóðandi, men als ikki eru tað. Tað hevur ein kostnað, tá sannleikans ljós avdúkar, at har bert eru tvey kyn, men fleiri mátar at vera menn og kvinnur. Mann kann verða kallaður mangt og hvat, tá mann heldur fast við, at tað í langtíðar høpi er best fyri menniskju at halda tey kynsligu sambondini í rammunum á hjúnabandinum millum mann og kvinnu. Mann gerst skjótt illa umtóktur, tá mann heldur, at ein smartari máti má vera at loysa tvístøður, enn at byrja eitt nýtt islamskt ríki í Miðeystri.

Men sannleikin má koma fram. Av kærleika til okkum, heldur Hann fast við at vera tikin í álvara. Og inntil hetta hendir, fara andsøgnirnar í hesum heimi at leggja møði og tungar byrðar á eitt heilt ættarlið, sum átti at livað eitt frælst lív.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina