Taborkórið til Danmarkar í heystfrítíðini

Í døgunum 12.-18. oktober fer Taborkórið ein túr til Jyllands. Kórið er partur av arbeiðnum í missiónshúsinum Tabor á Toftum, og endamálið við ferðini er bæði at samansjóða kórlimirnar og at bera gleðiboðskapin fram í sangi.

Ferðalagið er meira enn hálvthundrað fólk, harav 25-30 syngja í kórinum. Í Danmark býr kórið í frítíðardeplinum í Spjald í Vesturjyllandi

Á ferðini syngja tey millum annað leygarkvøldið kl. 19:30 á einum føroyskum møti í Áarstovu í Aarhus, har føroyski trúboðarin Heri Elttør talar. Sunnudagin syngur kórið undir gudstænastuni í Vildbjerg kirke, og mikukvøldið syngja tey á einum møti í missiónshúsinum í Spjald, sum eisini eitur Tabor.

LES EISINI  Taborkórið vitjar í Áarstovu í Aarhus
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina