Tað er rætt

Tað er rætt at søkja Guds ríki fyrst. Tað er rætt at taka til sín av Guds orði hvønn einasta dag. Tað er rætt at søkja Gud í bøn til allar tíðir Tað er rætt at halda fast í felagsskapinum við øll tey trúgvandi og ikki halda seg burtur, tá ið meinigheitin savnast. Tað er rætt at geva tíggjund og heilagar gávur inn í Guds ríki av tí, sum vit eiga at umsita. Tað er rætt at fara til altars og minnast tað mest týðandi í trúgv okkara. Tað er rætt at liva í fyrigevingini og at fyrigeva øðrum, líka sum vit sjálv hava fingið fyrigeving. Tað er rætt at geva evangeliið um Jesus víðari til øll menniskju í okkara verð, og tað er rætt at senda onnur út, sum leggja doyðin á at gera tað.

Tað eru mong ymisk ting, sum eru týdningarmikil at halda fast í, uttan mun til tíðirnar vit liva í. Á tann hátt verður trúgvin førd frá einum ættarliði til annað og vil halda á at gera tað, sjálvt um tíðirnar skifta og broytingar fara fram, sum kunna upplivast krevjandi og avbjóðandi.

Móses helt á, eins og sá hann hin ósjónliga (Hebr. 11,27)

“við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus, hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar kross við toli, og virdi einki um skemd, og er setstur høgrumegin hásæti Guðs.”
Hebr.12,2

Vit verða eggjað at hava okkara eygu fest á Jesus, trúarinnar upphavsmann og fullkomnara (Hebr. 12,2), og gjøgnum alt hetta kann trúgvin ikki tærast og hvørva, men hon verður góðskað og endurnýggjað, styrkt og uppbygd.
Anne Christiansen og Effie Campbell umsetti.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina