Tað gávumilda sinnalagið
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Herfyri vóru yvir 5000 skógvaeskjur latnar inn í stóru verkætlanini Christmas Child. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, ið hevur verið gjøgnum fleiri ár eftirhondini. Ein kann fylla ymiskar neyðturviligar, barnavinaligar lutir í eina prýdda skógvaeskju at geva børnum í øðrum londum, sum ikki eiga so nógv. Hópurin av hesum gávueskjunum er bara vaksin ár um ár. Kirkjur, samkomur, skúlar, fyritøkur og onnur hava tikið sær av at savna eskjurnar inn, har tær síðani verða koyrdar til Faroe Ship at senda av landinum víðari. Hetta er eitt fantastiskt átak at gleða eitt barnahjarta ella kanska fleiri í tí, at tað ofta er ein enn størri gleði fyri gevaran. Serliga tá man sær filmsbrot av teimum mongu børnunum, ið hava fingið eina tílíka skógvaeskju. Tað er rørandi at síggja ta gleðina, hesi uppliva.
Heima plaga vit eisini at fylla skógvaeskjur. Okkara egnu børn eru vanliga við til at velja lutir, til børn av sama kyni og sama aldri, sum tey sjálvi eru. Hetta dámar teimum sera væl. Og tey hugsa um at velja ting, sum teimum sjálvum dámar. Tey lita gjarna eitt bræv og skriva um seg sjálvan at leggja í skógvaeskjuna.
Tað var soleiðis í ár, at vit heima hjá okkum skuldu halda ein stóran føðingardag um sama mundi, sum skógvaeskjurnar skuldu savnast inn. Eg má viðganga, at tankin um vit bara skuldu lata eina skógvaeskju í ár fór gjøgnum mítt høvd. Tað fara nakrar 100 kr. í ein tílíkan pakka. Og eg helt, at tað kanska bleiv ov dýrt at lata fleiri eskjur nú hesin føðingardagurin eisini skuldi haldast. Men so kom eg til ta niðurstøðu, at nei, um eg hevði ráð til at halda eina ordans veitslu heima, so hevði eg eisini ráð til at gleða fleiri barnahjørtu, sum ikki sleppa til veitslur sum okkara. Tíbetur fekk eg vent míni tankagongd og tær vanligu gávurnar vóru latnar.
Hetta tiltakið Christmas Child er so ómetaliga gott. Tað er gevandi fyri okkum sjálvi, men ikki minst fyri okkara børn, um vit taka tey við í tað. Hetta lærir tey eina rúgvu. Tað vekir gevarasinni, tað vekir umsorgan fyri einum illa staddum menniskja, tað leiðir til bøn, tað gevur gleði at geva. Vit vita ikki, HVUSSU nógv tað hevur at siga fyri tað barnið, ið fær gávuna, men vit vita, at tað hevur nógv at siga. Tey allarflestu av okkum í Føroyum eru før fyri at lata eina skógvaeskju. Men er tað so, at vit til tíðir halda, at nógv annað at nýta pengarnar til, so eru aðrir møguleikar. Vit hava kanska lyndi til at bíða við hesum til seinastu løtu, men tað nýtist ikki at verða so. Vit vita, at hetta tiltak er á hvørjum ári. So, hví ikki byrja beinan vegin, tá árið byrjar, at keypa einkultar lutir? So nýtist tað ikki at blíva so nógv, tá tíðin nærkast at lata eskjurnar inn. Hugsa um fátæku einkjuna í templinum, sum læt tveir smápengar. Hon læt alt, hon átti.
Lat tað verða tín gleði at geva, tí tá verður tó so ríkiliga vælsignaður!
Kongurin skal svara teimum: “Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær!”
Jütta Reynslág, Argir