Tað nýggja lívið

Hvat er í veruleikanum munurin á einum, sum er kristin, og einum, sum ikki er tað? Nógv sær eins út. Men har er munur á. Bæði viðvíkjandi útsjónd, hugsanarhátti og lívsførslu. Hvar er í grundini munurin?

Jóhannes ápostul svarar soleiðis: “Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guds Son, hevur ikki lívið” (1 Jóh 5,12).

Hetta er munurin. Ein kristin hevur fingið lut í tí nýggja lívinum. Hetta lívið er fullkomiliga ókent hjá einum, sum ikki er kristin.

Latið okkum siga eitt sindur um tað, sum eyðkennir hetta nýggja lívið.

Fyrsta eyðkenni: Ein nýggj føðing

Tá ið Jóhannes skal greiða frá, hvussu eitt menniskja kann gerast kristin, sigur hann tað soleiðis: “Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara, sum ikki eru gitnir av blóði, ei heldur av holds vilja, ei heldur av mans vilja, men av Gudi” (Jóh 1,12-13).

LES EISINI  Tvær náttúrur

Nakað seinni lesa vit: “Eingin kann síggja Guds ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum” (Jóh 3,3).

Uttan nýggja føðing, einki nýtt lív!

Hesi eru Bíbliunnar greiðu orð.

“Eftir sínum egna vilja føddi hann okkum við sannleiks orði” (Ják 1,18).

“Tit, sum eru endurføddir, ikki av forgongiligum, men av óforgongiligum sáði, við Guds livandi og varandi orði” (1 Pæt 1,23).

Eydnusælur ert tú, sum hevur upplivað ta nýggju føðingina! Tú hevur fingið lut í einum heilt nýggjum lívi!

Annað eyðkenni: Eitt nýtt lyndi

Eitt Guds barn hevur harvið fingið lut í nøkrum, sum eingin annar hevur. Eitt nýtt lyndi! Tað nýggja lyndið ber í sær ein nýggjan vilja, nýggjan hug og nýggjan longsil. Tað nýggja lyndið hevur nýggjar sansir. Nýtt sýn og nýggjan smakk. Nýggja hoyrn og nýggjar kenslur. Nýggjar tankar. Nýtt vit. Nýtt sinni.

Nýtt lív merkir nýggjar sorgir og nýggjar gleðir.

Áður tók ein seg burtur frá Gudi. Nú søkir ein Gud. Áður elskaði ein syndina. Nú flýggjar ein frá henni. Áður elskaði ein heimin. Hann er nú vorðin tómur og gleðileysur.

LES EISINI  Fødd/ur av nýggjum

Tað nýggja lívið vil fylgja Guds vilja, Guds hjálp og Guds vegi. Tað nýggja lívið berjist móti syndini, men syrgir, tá ið Jesus er burtur. Soleiðis var tað ongantíð áður.

Triðja eyðkenni: Ein nýggjur Andi

Ein kristin hevur fingið lut í einum nýggjum anda, tí Heilaga Andanum. Hann er við trúnni fluttur inn í hjarta hins kristna og hevur tikið bústað har. Ein kristin er vorðin eitt tempul hjá Heilaga Andanum.

“Men tit eru ikki í holdinum, men í andanum, so framt sum andi Guds býr í tykkum; men hevur einhvør ikki anda Krists, tá hoyrir hann ikki honum til” (Róm 8,9).

Ein kristin hevur samfelag við Guds Heilaga Anda. Sostatt við Gud sjálvan.

Ikki undarligt, at hetta setir sín dám á lív hins kristna! Heilagi Andin er sjálvur drívmegin í tí nýggja lívinum. Tað verða altíð stórar broytingar, har hann yvirtekur stýringina!

 

Til umhugsanar…
“Vita tit ikki, at tit eru Guds tempul, og at andi Guds býr í tykkum?” (1 Kor 3,16)

LES EISINI  Hvussu verður eitt menniskja føtt av nýggjum?

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina