– Tað snýr seg ikki um, hvat tú skal gera fyri Gud, men hvat Gud hevur gjørt fyri teg!
Seinasta vikuskifti var mannfólkavikuskifti í Leguhúsinum í Nesvík, har um 180 mans høvdu eitt stuttligt, hugnaligt og uppbyggjandi vikuskifti saman.
Høvuðstalari var Jesper Oehlenschläger, prestur og eftirskúlaforstandari í Danmark. Hetta er fyrsti undirvísingartímin, sum hevði heitið “Rættir menn eru sterkir í náðini”.
“Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær. Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum” (Ef 2,8-10).