Tað tekur tíð at læra fólk at kenna
Í býnum Maha Sarakham í landslutinum Isan í Thailandi býr Ernst Magnussen saman við konu síni, Khem, sum er úr Thailandi. Sjálvur er Ernst ættaður av Nesi í Eysturoynni.
– Tá ið vit so komu til Maha Sarakham, royndi Khem at finna eina kirkju. Hon var fyrst í einari, men har var so langt at fara, og vit høvdu bara eina knallert, so hon leitaði og fann eina aðra kirkju, sum er nærri við har, sum vit búgva.
– Tað, sum tað grundleggjandi handlar um, er at koma í samband við fólkið uppá onkran máta, tí at eingin kennir Jesus. So vit mugu vísa teimum, at fyri okkum hevur Jesus týdning. Tí royna vit at fara út og gera nyttu eisini; ikki bara fortelja teimum nakað religiøst, tí tað vita tey áðrenn. Vit vilja vera ímillum tey og læra tey at kenna, og eisini fortelja teimum, hvat vit trúgva – bæði ígjøgnum tað, sum vit gera, og tað, sum vit siga.
Hann greiðir frá, at tað er neyðugt at arbeiða langsiktað, tí at tað tekur tíð at læra fólk at kenna.
– Tá ið tú so lærir fólk at kenna, kanst tú byrja at tosa við tey um persónlig ting, og tað kemur ofta nokk so natúrliga, og harfrá kann so henda tað, at tað blívur okkara sannføring, at hetta er tað rætta. Alt hatta tekur tíð. Hjá summum tekur tað stutta tíð, men hjá teimum flestu tekur tað langa tíð – serliga í hesi mentanini.