“Tað tóma reiðrið – tá børnini flyta heimanífrá” – hjúnakvøld í Klaksvík

Fyri mong hjún kann tað vera ein avbjóðing, tá børnini gerast vaksin og flyta heimanífrá. Kvirran í nýggja gerandisdegnum uttan heimabúgvandi børn avdúkar kanska, at tað mesta, sum kona og maður høvdu saman, snúði seg um børnini.

KFUM&K í Klaksvík skipar leygarkvøldið fyri einum forvitnisligum hjúnakvøldi, har Steen Palmqvist, psykoterapeutur, viðger hetta evnið. Tiltakið er ætlað hjúnum, men ung pør eru eisini vælkomin.

Tiltakið byrjar kl. 20 og er ókeypis, men høvi verður at geva eina gávu til tiltakið. Aftaná verður ein drekkamunnur.

LES EISINI  Fýra eginleikar, sum tú skalt leita eftir hjá tínum komandi hjúnarfelaga
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina